Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Framløga um verkætlanir í Vági á NPA ráðstevnu

30. oktober 2019

Í dag hevur árligi fundurin hjá Northern Periphery and Arctic Programme verið í Tórshavn við luttakarum frá øllum Norðurlondum, Írlandi, Skotlandi og Stóra Bretlandi. Ráðstevnan varð hildin undir heitinum “Tourism in Remote Areas, harnessing tourism potentials” og Dennis Holm, borgarstjóri hevði á ráðstevnuni framløgu um verkætlanir, sum Vágs kommuna er partur av.

Talan er um verkætlaninar “Arctic Digital Nomads” og “In Residence in the Arctic“. Verkætlaninar hava báðar til endamáls at bjóða fólki – sokallaðum digitalum nomadum – við førleikum til Vágs og til økir í Norra, Íslandi og Grønlandi, sum eru partur av verkætlanunum. 

Digitalir nomadar – tey nýggju ferðafólkini
Digitalir nomadar eru fólk, sum ferðast kring Heimin og hava við sær arbeiði á ferðini, antin tey arbeiða umvegis internetið ella arbeiða á ymiskum støðum á plássunum, sum tey vitja. Ymiskt er hvussu langa tíð digitalir nomadar steðga á ymisku plássunum, summi steðga stutta tíð, meðan onnur steðga í longrí tíð, í summum førum eisini í ár.

Kjarnan í verkæltanunum “Arctic Digital Nomads” og “In Residence in the Arctic” er, at bjóða digitalum nomadum at gerast partur av lokalsamfelagnum í styttri ella longri tíð og samstundis fáa digitalu nomadarnir at geva okkurt aftur til lokalsamfelagið, sum teir vitjað. Talan kann bæði verða um at digitalir nomadar gera listarverk, hava framløgur ella enntá veita tænastur til privata vinnulívið.

Vágur hevur í summar havt vitjan av nøkrum digitalum nomadum, bæði listafólki, myndafólki og fólki innan marknaðarføring. Til dømis var íslendski Haukur Sigurðsson, sum myndamaður og hevur ábyrgd av marknaðarføringini av ferðavinnuni í Vestfirðunum í Íslandi, í Vági herfyri. Umframt at taka myndir til marknaðarføring av Vági og Suðuroynni, hevði Haukur eisini fyrilestur um hvussu hann arbeiðir við marknaðarføring av ferðavinnuni í Vestfirðunum í Íslandi. 

Á NPA ráðstevnuni greiddi Dennis Holm, borgarstjóri frá, at tað er ein ávísur áhugi fyri at koma til Vágs sum digitalur nomadi og tað eru eisini gjørdar avtalur við fleiri digitalir nomadar, sum vitja komandi summar.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá framløguni á NPA ráðstevnuni í Østrøm í dag.

 

Last modified: 30. oktober 2019