Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fráfaringarløta fyri Doretu Kærbech

10. september 2016

Fríggjadagin var hugnalig fráfaringarløta í Dagstovninum Eikilund í samband við at Doreta Kærbech fór frá vegna aldur.

Doreta hevur tey seinastu gott og væl 8 árini arbeitt hjá Vágs kommunu. Fyrst í Dagrøktini og tey seinastu árini hevur Doreta arbeitt her í Eikilund.

Við Doretu hevur Eikilund havt eitt sera gott starvsfólk, sum børn og foreldur hava verið sera heppin at hava. Og nú Doreta fer frá vegna aldur, er onki at ivast í, at børnini fara at spyrja ofta eftir Doret’-ommuni. Starvsfólkini í Eikilund missa eisini ein góðan starvsfelaga, sum saknur verður í.

Doretu og familjuni verður ynskt bestu eydnu á leiðini, nú arbeiðlívið verður lagt afturum.

Last modified: 10. september 2016