Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Formansfrágreiðing hjá formanninum í Kommunufelagnum

19. april 2016

Kommunufelagið stýrið 2016

Á aðalfundinum hjá Kommunufelagnum 15. apríl greiddi Heðin Mortensen, formaður, frá virki felagsins í farna ári og um framtíðarætlanir.

Góðu fundarfólk.

Eg skal við hesum bjóða tykkum hjartaliga vælkomin á aðalfundin hjá Kommunufelagnum.

Hetta er næsti aðalfundur hjá Kommunufelagnum, sum 1. januar 2014 gjørdist felagið hjá øllum teimum føroysku kommununum.

Seinasta árið hevur á mangan hátt verið hendingaríkt. 1 januar 2015 yvirtóku kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum, sum nú er tað størsta einstaka málsøkið hjá kommununum.  Løgtings – og fólkatingsval hava eisini verið í farna ári og í september fingu vit nýtt landsstýri.

Politiska virksemið hjá Kommunufelagnum er altíð nógv tengt at landspolitisku støðuni og teimum ætlanunum, sum landsins stjórn hevur. Og tá ið nýggj stjórn kemur til valdið, uppliva vit ofta, at broytingar verða gjørdar, sum ávirka kommunurnar. Soleiðis var eisini á hesum sinni.

Eg fari í formansfrágreiðingini serliga at leggja dent á størru málini, og lata onnur smærri mál liggja á hesum sinni.  At umrøða hvørt einstakt mál verður ov drúgt.

Eg vísi til yvirlitið yvir tey mál, ið hava verið til hoyringar hetta seinasta árið, sum er fylgiskjal til hesa frágreiðing.

 

Eldraøkið

Yvirtøkan

Yvirtøkan av eldraøkinum er helst tað einstaka málið, sum hevur fylt mest í arbeiðinum hjá Kommunufelagnum seinasta árið, bæði fyrisitingarliga og politiskt. Eftir drúgvar fyrireikingar, har útleggingin millum annað varð útsett eitt ár, gjørdist økið kommunalt 1. januar 2015.

Tað eru helst ymiskar meiningar um, hvussu útleggingin av eldraøkinum higartil hevur hepnast.

Flest øll eru tó á einum máli um, at tænastustøðið í hvussu so er ikki er blivið verri, síðani kommunurnar yvirtóku økið, men stórvegis broytingar eru heldur ikki framdar. Tað tekur tíð at gera munandi batar á økinum, og hesir fara tí at gerast sjónligari, sum tíðin gongur – eingin ivi er um tað.

Kommunurnar arbeiða við at breiðka um tænastuútboðið til okkara eldru. Serliga verður dentur lagdur á at arbeiða fyribyrgjandi, soleiðis at tey eldru kunna varðveita eitt heilsugott lív so leingi sum gjørligt. Umframt at lívsgóðskan hjá okkara borgarum gerst betri, so er  hetta eisini ein skilagóð fíggjarlig raðfesting, ið hevur við sær, at tørvurin á stuðli verður útsettur.

Eisini verður neyðugt at útvega fleiri bústaðarmøguleikar til tey eldru, sum hava annan tørv enn røktarheim.

Men avbjóðingin er stór. Eldraøkið er eitt stórt og fjølbroytt øki, sum hevur verið merkt av stórum skipanarligum trupulleikum seinastu árini. Tilboðini til tey eldru hava í ov lítlan mun verið samanhangandi. Vantandi tænasta til heimabúgvandi eldri hevur havt við sær, at røktarheimstørvurin hevur verið ovurhonds stórur.

 

Fígging

Drúgvar samráðingar vóru millum land og kommunur um at finna ein fíggingarleist í sambandi við, at eldraøkið varð lagt kommununum at fyrisita. Komið var ongantíð á mál við hesum samráðingunum, men lógaruppskot um fíggingarleist varð hóast hetta  lagt fyri Tingið.

Sambært fíggingarleistinum fáa kommunurnar slakar 300 mió. kr. í ár frá forskatting av pensjónum, og góðar 100 mió. kr. endurrindaðar fyri ymiskar frádráttir. Forskattingin av pensjónum, sum sostatt er ¾ av samlaðu upphæddini, verður latin kommununum í mun til talið á borgarum, sum eru 67 ár og eldri. Tað, sum kommunurnar fáa endurrindað fyri ymiskar frádráttir, verður hinvegin rindað kommununum í mun til, hvar borgarin, sum hevur rætt til frádrátt, býr. Serliga hesin seinni parturin av fíggingini hevur skapt órógv.

Tær kommunur, sum hava nógvar borgarar, ið arbeiða undir ymiskum frádráttarskipanum, hava fingið eina størri upphædd rindaði fyri eldraøkið, ímeðan tær kommunur, sum hava fáar borgarar undir frádráttarskipanum, hava fingið lutfalsliga minni.  Hetta hevur havt við sær, at ávísur ójavni hevur verið millum inntøkurnar og útreiðslurnar,  sum kommunurnar hava av eldraøkinum.

Kommunurnar, sum hava havt lutfalsliga nógvar borgarar undir serskattaskipanum, hava hildið hesa loysnina verða rímiliga, meðan aðrar kommunur, sum hava havt lutfalsliga fáar borgarar undir serskattaskipanum, halda seg fáa ov litið afturborið fyri eldraøkið.

Kommunufelagið hevur biðið landsstýrið um fund fyri at umrøða, hvørjir møguleikar eru hjá kommunum, sum eru komnar illa fyri av fíggingarleistinum. Hesin fundur verður væntandi innan stutta tíð.

At fíggingarleisturin eisini er ótryggur upplivdu vit beinanvegin, sum landspolitikkurin broyttist. At nýggja landsstýrissamgongan samtykti at útseta tvungna inngjaldið til eftirlønir við einum prosenti fyrsta árið hevur við sær, at inntøkufortreytirnar hjá kommununum ikki halda. Hetta var tað, sum kommunurnar óttaðust fyri, og tí var so umráðandi at fáa formligu avtaluna við landsstýrið um útlegging og fígging av eldraøkinum, men sum tó tíverri ongantíð varð undirskrivað.

Roknskapirnir fyri fyrsta árið hjá teimum einstøku eldrasamstørvinum verða væntandi tøkir fyrsta dagin. Stýrið í felagnum hevur samtykt, at felagið í hesum sambandi ger eina eftirmeting, har tað sæst ítøkiliga, hvussu stórar útreiðslurnar til eldraøkið hava verið fyrsta árið, fyri at samanbera hetta við endaligu upphæddina, sum kommunurnar sambært fíggingarleistinum hava fingið.

Ógreitt ábyrgdarbýti

Undir fyrireikingunum at flyta kommununum eldraøkið,  gjørdi Kommunufelagið eins og onnur fleiri ferðir vart við, at alt ov nógvar óvissur vóru um markamótini millum uppgávurnar hjá Almannaverkinum, heilsuverkinum og kommununum – ella við øðrum orðum: hvør hevur ábyrgdina av hvørjum?

Hetta hevur eisini víst seg at verða støðan, nú kommunurnar hava tikið við økinum. Alt ov ofta er óvissa um, hvør eigur ábyrgdina av bæði málbólkum og tænastum. Og tá kommunurnar ofta eru tann  myndugleikin, ið stendur borgarunum næst, eru tað eisini tær, sum royna at lofta teimum borgarum, sum detta ímillum skipanir.

Ein meginregla viðvíkjandi greiðum ábyrgdarbýti er, at borgarar og myndugleikar altíð skulu vita, hvør eigur eina uppgávu, og tí vita, hvar teir skulu venda sær, tá ið tørvur er á tænastum. Eisini er umráðandi, at ein myndugleiki ikki kann sleppa sær undan ábyrgd ella skumpa ábyrgdina á aðrar myndugleikar við at lata standa til.

Hetta er eisini týðandi, tá vit hugsa um trúvirðið í politisku skipanini. Tá veljarar fjórða hvørt ár skulu velja nýggj kommunustýri, er umráðandi at fólk vita, hvør skipan varðar av teimum tænastum, tey eru nøgd ella ónøgd við.  Tað er ikki rætt, um kommunustýrið verður revsað fyri, at landsmyndugleikin ikki røkir sínar skyldur, eins og tað heldur ikki er rætt, um ein landspolitikari fær skyldina fyri ábyrgdarøkjum hjá kommununum.

Tí er umráðandi, at hava greið markamót millum land og kommunur.

Kommunurnar ynskja ikki at forða fyri, at borgarar fáa neyðugar tænastur. Men kommunur kunnu heldur ikki taka á seg uppgávur, sum ikki vóru partur av eldraøkinum, áðrenn økið varð lagt kommununum at fyrisita, og sum tí heldur ikki vóru partur av tí fíggingarleisti, ið varð gjørdur, tá kommunurnar fingu økið frá landinum.

Tað var eldraøkið, sum vit yvirtóku

Lat meg sláa fast: Kommunurnar hava fyrst og fremst yvirtikið eldraøkið – lat ongan iva vera um tað !

Vit hava alla tíðina vitað, at markamót eru – serstakliga í mun til sosiala økið. Heimatænastan veitti eisini í ávísan mun tænastur til borgarar, sum vóru yngri enn 67 ár, og tí ikki beinleiðis hoyrdu til eldraøkið. Tí varð mett skilagott at finna eina loysn á júst hesum. Men í løtuni tykist sum um, at allar møguligar aðrar uppgávur skulu flytast kommununum – eisini slíkar, sum einki beinleiðis hava við eldraøkið at gera. Talan er serliga um uppgávur á sosiala økinum, sum ikki hava verið loystar í nógv ár, t.d. bústaðir  til fólk við ymiskum sosialum og sálarligum tørvi v.m.

Eldralógin hevur ikki serliga neyvar ásetingar – talan er um eina sonevnda rammulóg. Ætlanin við hesum var at gera eina skipan, sum í stóran mun gav møguleika fyri pragmatiskum loysnum. Ætlanin var, at myndugleikar á økinum ikki skuldu kunna goyma seg aftan fyri vantandi heimildir at hjálpa borgarum, men heldur í felag finna skilagóðar og fyri borgaran praktiskar loysnir, soleiðis at tænasturnar kundu lagast til tørvin hjá borgaranum í einstøku økjunum.

Men tað tykist ikki, sum hesin leisturin riggar heilt, nú eldraøkið er lagt kommununum, meðan sosiala økið framhaldandi er ein landsuppgáva. Í alt ov nógvum førum uppliva vit, at borgarar detta niður ímillum skipanirnar, júst tí at lógargrundarlagið ikki greitt leggur einum myndugleika ábyrgdina. Tí verður helst neyðugt at gera neyvari lógarásetingar skjótast gjørligt.

Eisini er umráðandi at seta trímannanevndina, sum sambært eldralógini  skal taka avgerðir um, hvussu vit handfara markamót í mun til aðra lóggávu.

 

Kommunali bygnaðurin

Vit hava framhaldandi 30 kommunur í Føroyum, og bert ein kommunusamanlegging er fráboðað eftir kommunuvalið í heyst – tað er tá ið Klaksvíkar- og Húsar kommunur leggja saman á nýggjárum. Hinvegin hava vit, eftir at eldraøkið er lagt kommununum, fingið 7 samstarvsøki umframt Tórshavnar kommuna, sum taka sær av málsøkjunum eldrarøkt og barnavernd.

Hetta merkir í veruleikanum, at uppgávur fyri hundrað tals milliónir í stóran mun liggja í fyrisitingarligum eindum uttanfyri kommunurnar. Og vit kunna við røttum siga, at vit eru í ferð við at byggja upp nýggjar fyrisitingarligar eindir, sum bygnaðarliga liggja ímillum land og kommunur.

Tá fyrireikingarnar at leggja eldraøkið til kommunurnar byrjaði, varð ein tann fyrsta treytin, at vit ikki skuldu skipa eitt nýtt fyrisitingarlið millum  land og kommunur, men at verandi bygnaður við tveimum stigum, land og kommunum, skuldi varðveitast. Vit mugu tó staðfesta, at úrslitið er vorðið eitt annað. Vit hava 30 kommunur, men samstundis hava vit 7 millumkommunalar eindir at fyrisita tungu málsøkini hjá kommununum, í summum førum fullkomiliga uttanfyri kommunalu eindirnar annars.

Hetta var í veruleikanum ikki tað, vit ynsktu okkum. Kanska er stundin tí komin til sjálvrannsakan, har vit spyrja okkum sjálvi, um hetta er rætta gongdin. Kanska stundin er komin til at umrøða ein sjálvbodnan kommunureform?  Ella eina skipan, har nakrar kommunur fyrisita tey fíggjarliga og fyrisitingarliga tungu málsøkini, meðan aðrar keypa sær tænastur?

Undir øllum umstøðum er lítil ivi um, at eitt bygnaðarligt millumlið millum land og kommunur er bæði dýrkandi, inneffektivt og ódemokratiskt. – Ódemokratiskt tí allur avgerðarrættur verður lagdur uttanfyri fólkavalda kommunustýrið.

 

Fíggjarlig viðurskifti hjá kommununum

Vit hava í fjølmiðlunum hoyrt, at bæði landsstýrisfólk og løgtingslimir í seinastuni hava ført fram, at nú mugu bond leggjast á kommunala búskapin. Loft skal aftur setast á kommunalu íløgurnar, og helst skal loft eisini setast á kommunala raksturin.

Hóast hetta áhaldandi er frammi í miðlunum, so hevur als einki samskifti verið við kommunurnar um málið. Hetta er undrunarvert, havandi í huga, at tað fyrst og fremst er leikluturin hjá kommununum, sum verður settur í eitt ivasamt ljós – m.a. skrivar løgmaður í tíðargrein, at “tað munar lítið, um landið heldur aftur, meðan virksemið hjá kommunum um landið veksur alsamt”.

Sjálvsagt eru vit í kommununum samd í, at tað út frá einum landsbúskaparligum sjónarmiði er skynsamt, at almennu íløgurnar er rímiliga støðugar – og at almenni geirin ikki eigur at skunda undir, at vit fáa ov stór sveiggj í búskapinum. Men eftir okkara tykki skuldi landsstýrið byrja við at hugt eftir egnum raðfestingum, áðrenn kanónirnar verða vendar ímóti kommununum. Landskassin hevur so ikki víst afturhaldni.  Hóast góðar tíðir, so eru latin uml. ½ mia. í skattalættum seinastu árini. Verkætlanir fyri fleiri milliardir eru gjørdar í infrakervi, heilsu- og skúlaverk. Allar hesar íløgur verða gjørdar um sama mundið. Vit skulu ikki avgera, hvussu landskassin raðfestir, men at gera kommunurnar til ein trupulleika í hesum samanhanginum, er ikki rímiligt.

Kommunurnar virka dag og dagliga við nógvum ymsum avmarkingum. Kommunurnar hava ikki heimild at spara upp pening, og hinvegin hava kommunurnar heldur ikki heimild at skylda meira enn eina álíkning. Hesar avmarkingar tryggja, at kommunurnar ikki kunnu koma sær í fíggjarlig óføri, sum vit upplivdu síðst í 80-árunum og fyrst í 90-árunum, men hetta merkir samstundis eisini, at kommunubúskapurin í stóran mun er bundin at góðum og minni góðum tíðum. T.v.s. at størri íløgur kunnu gerast í góðum tíðum, og smærri íløgur í ringum tíðum, men hetta er einfalt tí, at skipanin leggur upp til tað.

Landsins myndugleikar hava hinvegin í ríkiligt mát møguleika at leggja pening til síðis í góðum tíðum og at gera íløgur í verri tíðum. Men tað krevur politiskt dirvi at halda aftur, tá ið tað gongur væl, og nóg mikið er av skattainntøkum.

Landsstýrissamgongan ætlaði, at kommunurnar skuldu verða við til at fíggja skattalætta hjá landinum. Boðskapurin var hin sami, sum undanfarna landsstýrið hevði: At skuldu tey lágløntu hava skattalætta, so var neyðugt at lækka kommunuskattin. Kommunufelagið vísti á, at landið kann geva skattalætta – eisini til tey lágløntu – um viljin er til staðar. Endin varð, at landið lat skattalætta í landsskattinum.

Hetta merkir ikki, at kommunurnar ikki ynskja at lata lágløntum skattalætta. Hetta merkir bert, at kommunurnar ikki kunnu taka undir við, at landið sigur seg vilja lata skattalætta, og síðani sendir kommununum rokningina.

Meðal skattaprosentið hjá kommununum er frá 2015 til 2016 fallið úr 21,16 % niður 20,67%, hetta gevur ein meðalskattalætta á eitt hálvt prosent.

Kommunurnar vísa við hesum, at tær ynskja at lata skattalætta.

 

Átrokandi spurningar

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur ætlanir um at broyta kommunuvallógina, og hevur í tí sambandi sent kommununum uppskot til hoyringar. Nógvar smærri viðmerkingum vóru til uppskotið, men sum verða mann, upptók ætlanin um at leggja niður smærri valstøðini flest kommunur.

Kommunufelagið mælti frá at leggja niður smáu valstøðini. Felagið helt, at Heilsu- og innlendismálaráðið  í alt ov stóran mun leggur dent á anonymitet, og alt ov lítið á valluttøku. Felagið vísti í staðin á eina millumloysn, sum kundi verið, at smærri valstøðini verða varðveitt, og at atkvøðurnar í staðin verða fluttar á størri valstøð at verða taldar upp.

Tað, sum tó elvdi til størst kjak í almenna rúminum, var ætlanin hjá undanfarna landsstýriskvinnu í kommunumálum um at lóggeva fyri, at borgarstjórar ikki kunna sita á løgtingi samstundis sum teir røkja borgarstjórastarvið.

Kommunufelagið heldur ikki, at tað er rætt at hava serreglur og avmarkingar fyri einstakan samfelagsbólk og rætt teirra at taka við vali til løgtingið. Slík grundleggjandi viðurskifti eiga at vera skipað eftir eini heildarmeting fyri allar samfelagsbólkar og øll yrki, um aðrar reglur skulu til enn tær, sum longu eru í vallóggávuni.

Tíverri eru vit í Føroyum alt ov illa roynd av, at lóggávuvaldið ikki virðir tað, sum í øðrum londum verður mett at hoyra til vanligar fólkaræðisligar mannagongdir, eitt nú at grundleggjandi spælireglur ikki skulu broytast í evsta tíma upp undir val. Dømi um hetta var ikki minst í 2007, tá landið varð skipað sum eitt valdømi beint upp undir løgtingsval, uttan ta neyvu viðgerð og útgreinan, sum slík umfatandi broyting sjálvsagt átti at fingið.

Kommunufelagið heitti tí á landsstýrið um at sleppa ætlanini um at broyta kommunulógina beint áðrenn løgtingsval varð útskrivað, og í staðin taka upp samskifti við kommunurnar um møguligar broytingar. Men tíverri endurtekur søgan seg, nú uppskot um, at borgarstjórar eiga at velja ímillum løgtingssessin og borgarstjórastarvið, aftur er lagt fram beint áðrenn kommunuvalið.


Onnur stig á leiðini

Broytingar eru farnar fram á fleiri økjum farna árið, og úr rúgvuni kann eg nevna:

Frípláss
Landsstýrið og Kommunufelagið vórðu í farna ári samd um at broyta treytirnar fyri fíggjarligum fríplássi á barnaansingarøkinum. Við broytingini  skuldi loysa seg betri hjá foreldrum at fáa eina hægri inntøku, uttan at tey vórðu revsað við at missa fíggjarliga fríplássið heilt ella fyri ein part. Í ávísum førum hevði skipanin frammanundan við sær, at tøka inntøkan lækkaði, hóast skattskylduga inntøkan hækkaði.

At broyta treytirnar fyri fíggjarligum fríplássi var eisini eitt átak, sum var nevnt bæði í álitinum um fátækramark og í álitinum um fólkavøkstur.

 

Demensætlan
2015 var eisini árið, tá vit fingu eina demensætlan fyri Føroyar. Demensætlanina hevur ein   arbeiðsbólkur, ið varð settur á heysti 2013, skrivað. Ætlanin byggir á álitið “Gloymsk men ikki gloymd”, sum varð skrivað í 2012.

Alsamt fleiri fólk í Vesturheiminum fáa demens. Í altjóða høpi verður mett, at vøksturin av sjúkuni fer at standa við, og at um 25 ár verða tvífalt so nógv fólk við hesum sjúkum. Altjóða heilsufelagsskapir hava seinnu árini undirstrikað týdningin av, at lagt verður uppfyri vaksandi avbjóðingum við demensi og hava mælt til, at øll lond gera sína ætlan fyri, hvussu tey fara at skipa hetta økið.

At brynja seg til framtíðar avbjóðingar er eitt av yvirskipaðu málunum við demensætlanini. Í heildarætlanini eru 14 ítøkilig tilmæli til politisku skipanina um, hvussu vit eiga at skipa demensøkið. Atlit eru til faklig viðurskifti, skipanarlig viðurskifti, løgfrøði og onnur viðurskifti.

Í hesum sambandi hava kommunalu eldraøkini játtað at hava eitt virknan leiklut í verkætlanini “ Kanning av títtleikanum av demens á eldraøkinum í Føroyum”, sum Alzheimer-felagið stendur fyri.

Talgilding
Landsstýrið hevur nú gjørt av at seta ferð á arbeiðið at talgilda Føroyar, og hevur boðið kommununum við í hesa tilgongd. Endamálið er, at borgarar skulu kunnu avgreiða øll síni viðurskifti við myndugleikarnar á netinum, nær á døgninum tey ynskja tað.

Fyri kommunurnar merkir tað, umframt eina umlegging av arbeiðsgongdunum, eisini fígging til íløgur í nýggjar KT-skipanir. Hvat tað hevur við sær av sparingum, er enn óvist – og fer helst eisini at verða misjavnt. Men eingin ivi man vera um, at hetta er ein neyðug tilgongd, tí tænastan verður betri og liðiligari, og framtíðar borgarar fara at krevja møguleikan at avgreiða síni viðurskifti talgilt, um vit ikki koma við tilboðnum sjálvi. Okkara spurningur er so bara, hvussu nógv vit ynskja at taka lut í hesi tilgongd, og við tí eisini kravfestingini til innihaldið.

Tørvurin á talgilding veksur á fleiri fyrisitingarøkjum – bæði sum amboð at stýra nýtslu, tilrættisleggja virksemið og samskifta við bæði veitarar og brúkarar. Kommunufelagið arbeiðir tí eisini í hesum sambandi við møguleikanum fyri størri millumkommunalum samstarvi um KT-skipanir.

Sprotin
Netorðabøkurnar hjá Sprotanum høvdu í eina royndartíð verið ókeypis hjá miðnámsskúlanæmingum í Føroyum. Tá hetta steðgaði var ónøgdin sera stór: Vit upplivdu tað gleðiliga, at okkara ábyrgdarfulli ungdómur veruliga fór at stríðast fyri at varðveita atgongdina til hetta sera henta amboðið. Kommunurnar gjørdu tí av, saman við mentamálaráðnum og Sprotanum, at fíggja kostnaðin av, at netorðabøkurnar vórðu alment atkomiligar hjá øllum. Sáttmáli var undirskrivaður partanna millum í januar 2015.

Hesin leisturin – at kommunurnar í Kommunufelagnum er saman um at gjalda fyri nakrar skipanir – kundi við fyrimuni eisini berið brúktur á øðrum økjum, eitt nú á KT-økinum.
Skrivstovan
Tá ið KSF og FKF vórðu løgd saman í eitt felag, var eisini valt at leggja alt virksemi, sum var

knýtt at ávikavist Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Barnaverndarstovuni í nýggja felagið. Øll starvsfólkini virka nú saman í nýggja bygninginum í R.C. Effersøesgøtu 26.

Hóast barnaverndar- og arbeiðsgevaravirksemið í gerandisdegnum virka rættiliga sjálvstøðugt í mun til virksemið hjá kommunufelagnum annars, so hava vit í nýggja felagnum samansjóðað nógv av virkseminum og fingið stóran ágóða burturúr.

Felagið hevur felags heimasíðu, móttøku, servara og bókhald.  Hetta hevur avgjørt havt við sær, at skrivstovan í dag í størri mun virkar sum ein samanhangandi eind við fjølbroyttum virksemi.

Broyting er eisini farin fram í leiðslu felagsins. Magnus Rasmussen legði frá sær sum borgarstjóri í Runavík á nýggjárum og fór tí eisini frá sum næstformaður felagsins. Í hansara stað er komin Torbjørn Jacobsen, eisini borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Í fyrisitingini hendu eisini broytingar. Felagið fekk 1. november nýggjan løgfrøðiligan ráðgeva, Jóhan Lamhauge.

 

Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF

Broytingarnar á eldraøkinum hava eisini ávirkað virksemið hjá KAF.

Fyrisitingin í KAF tók lut í arbeiðinum at gera álit um starvsfólkarættarlig viðurskifti í sambandi við, at eldraøkið varð flutt kommununum at fyrisita.  Í framhaldi av hesum byrjaðu samráðingarnar millum KAF og viðkomandi fakfeløg á eldraøkinum í 2014. Av tí, at samráðingarnar við partarnar á eldraøkinum byrjaðu í so mikið góðari tíð, so kundi KAF longu í januar mánaði í 2015 kunna øll fakfeløg um ætlanirnar viðvíkjandi sáttmálum á eldraøkinum.

2015 varð eitt serstakt samráðingarár. Byrjanin av árinum fór við at fyrireika yvirtøku av starvsfólkum og sáttmálum á eldraøkinum og samráðst varð um nýggjar sáttmálar/avtalur. KAF hevur í hesum sambandi gjørt 5 nýggjar sáttmálar/avtalur á eldraøkinum.

Tíðliga á vári fór KAF undir at fyrireika samráðingarnar, sum skuldu byrja sama heyst. Skipað varð fyri skeiðum í innan samráðingar og øðrum mennandi tiltøkum fyri nevnd og starvsfólkum í KAF. Skipað varð eisini fyri kunningarferð til Danmarkar at vitja m.a. Kommunernes Landsforening at frætta um samráðingargongdina o.a. á danska arbeiðsmarknaðinum.

Millum onnur stór mál, sum KAF hevði á skrá í 2015 kunnu nevnast:

– Arbeiði við missión, strategi og visjón byrjaði, sum liður í at skipa arbeiðið soleiðis, at meira fokus er á endamáli, uppgávunum og við mátanum, sum vit arbeiða uppá.

– KAF hevur savnað upplýsingar um normeringar á dagstovnaøkinum kring landið og skipað fyri almennum evnisdegi um økið.

– Evnisdagar kring landið, har KAF hevur arbeitt fyribyrgjandi við at upplýsa um sáttmálar á flest øllum økjum (tó ikki á eldraøkinum). Skipað verður fyri sáttmáladøgum fyri eldraøkið í 2016.

– Ráðgeving og kunning um sáttmála- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti o.a.

Ætlanin er, at KAF eisini í 2016 skal seta fokus á stór mál, so sum samráðingar, visjónsarbeiði, felags almenna lønarskipan, sálarliga arbeiðsumhvørvið, førleikamenning, evnisdagar um sáttmálar á eldraøkinum o.a.

 

Barnaverndarstovan

Barnahúsið, sum er eitt samstarv millum Almannaráðið og Barnaverndarstovuna, er komið í fasta legu, og virkar fyrimyndarligt. Málini vóru fleiri enn undanfarna ár, og hevur hetta eisini havt eina økta arbeiðsbyrðu við sær.

Arbeitt hevur verið við at skipa ein bólk við sálarfrøðingum, sum tær ymsu barnaverndar­tænasturnar brúka. Ynskiligt hevði verið, at barnaverndartænasturnar kundu sett sálarfrøðingar í føst størv. Umframt fremjandi fyri fakligu dygdina, so hevði tað helst eisini verið bíligari, enn at heita á privatar í hvørjum føri sær.

Roynt verður støðugt at byggja út leiðreglur og ymiskar mannagongdir til barnaverndartænasturnar. Við hesum vilja vit tryggja, at málsviðgerðin fer fram á sama dygdargóða hátt í teimum ymsu tænastunum kring landið, sum jú er eitt av endamálunum við Barnaverndarstovuni.

Barnaverndarstovan hevur nú verksett ICS- skipanina (Integrated Children´s System). Hetta er ein skipan til málsviðgerð og er ein arbeiðsháttur, ið gevur hvørjum málsviðgera eitt dygdargott og støðugt arbeiðsamboð, sum skal vera við til at tryggja, at málsviðgerð fer fram eftir saman fakliga leisti og á høgum fakligum støði. Skipanin verður m.a. nýtt í Onglandi, Svøríki, Noregi og Danmark.

Barnaverndartænastan er eisini partur av nýggju heimasíðuni, har alt viðkomandi tilfar er at finna. Eisini er eitt eykanet á somu síðu, har starvsfólk í barnaverndartænastunum kring landið kunnu heinta oyðubløð, vegleiðingar o.a., sum krevst í dagliga arbeiði teirra.

Gjørd eru eisini átøk, fyri at fáa fatur á fleiri fosturforeldrum. Fosturforeldraskipanini tørvar støðugt fleiri fosturforeldur til børn, sum verða sett heiman.

Samskipanin av virkseminum í nýggja kommunufelagnum hevur havt gagnliga ávirkan á Barnaverndarstovuni. Barnaverndarstovan hevur í størri mun møguleika at taka sær av fakligu uppgávunum, meðan umsitingarligar uppgávur verða loystar saman við Kommunufelagnum.

 

SSP ráðgevingin

SSP ráðgevingin heldur til í Kommunuhúsinum. Skipanarliga er SSP partur av Barna­verndarstovuni og tí eisini Kommunufelagnum.

Eitt av høvuðsevnunum hjá SSP hevur í seinastuni verið børn og sosialir miðlar. Tíðin hevur víst okkum, at hetta økið er eitt vandamikið spælipláss, sum krevur, at foreldrini hava ein virknan leiklut og fyribyrgja, at børn teirra koma í óhepnar støður.

Kommunurnar skapa í stóran mun karmar fyri gerandisdegnum hjá børnunum – á dagstovni, í skúla og við ymsum frítíðartilboðum. Á øllum hesum pallum má endamálið vera, at lívsførleikarnir hjá børnunum verða mentir á ein tilvitaðan hátt.

Tað er ein sannroynd, at alt ov nógv børn ikki eru partur av nøkrum felagsskapi. Hetta er ein ring støða at vera í, tí tað er í felag, at vit mennast best, og har læra vit grundleggjandi fyritreytirnar fyri einum lívi saman við øðrum.

Fyri at tryggja, at vit fáa eyga á børn í eini truplari støðu, hevur SSP tikið stig til eina royndarverkætlan undir heitinum TíTT, sum er stytting fyri Tiltøk í Tøkum Tíma. Endamálið er at skipa arbeiðsgongdir, har mett verður um trivnaðin hjá øllum børnum, og at seta munagóð átøk í teimum førum, har barnið mistrívist.

Fyri at fáa SPP at virka á bestan hátt, er neyðugt við betri staðbundnari samskipan. Kommunurnar eiga ein sjálvsagdan leiklut í hesum, og er uppskot tí gjørt um, at barnaverndartænasturnar kring landið fáa ábyrgd av samskipanini.

 

Kommunuhúsið

Høliskarmarnir hjá Kommunufelagnum eru nógv broyttir farna árið. Húsini í R.C. Effersøesgøtu 26 eru gjørd til skrivstovur burturav og rúma nú øllum starvsfólkunum í Kommunufelagnum, Barnaverndarstovuni, SSP og KAF. Gamla húsið í R.C. Effersøesgøtu 30 er varðveitt og skal nú brúkast til fundar- og skeiðvirksemi burturav. Húsið kemur at hava 4 fundarhøli, sum limakommunurnar fáa høvi til at brúka. Somuleiðis verða nakrar gestaskrivstovur, sum til ber hjá politikarum ella starvsfólki í kommununum at lána í sambandi við arbeiðsuppgávur í Tórshavn. Hølini eru um at verða liðugt dagførd, og kommunurnar fáa fyrsta dagin kunnandi skriv um leiðreglur fyri húsið. Sannlíkt verða húsini klár at brúka 1. mai.

Bygningurin sum felagið átti í Kvívík, varð seldur um ársskiftið. Tað var Kvívíkar kommuna, sum keypti bygningin, og sum skilst verður hann karmur um nýggju kommunuskrivstovuna í Kvívík.

 

At enda

Eingin ivi er um, at áhugamálini hjá kommununum eru best tryggjað í einum savnaðum og sterkum kommunufelagsskapi. Og vit mugu ásanna, at tørvurin á einum sterkum felagsskapi er størri nú enn nakrantíð áður, hóast tað til tíðir kann vera ein avbjóðing at finna neyðugu semjurnar í einum so breiðum felagsskapi, sum Kommunufelagnum.

Umráðandi er, at landsmyndugleikin bert hevur eitt og sama felag at venda sær til, tá um kommunuviðurskifti ræður. Tað bøtir munandi um samskiftið, men hevur eisini sera stóran týdning fyri samráðingarstøðuna hjá kommununum – tí saman standa vit sterkari, lat ongan iva vera um tað.

Mín vón er tí, at tann samstarvsandi, sum hóast nakrar ósemjur hevur eyðkent føroysku kommunurnar í nógv ár, heldur fram.

Tað gongur væl í Føroyum. Búskapurin hevur sjáldan verið so góður, og hóast onkrir skuggar eru at hóma í framtíðarmyndini, so tykist hóttandi fólkafráflytingin at verða steðgað. Fleiri tykjast at velja Føroyar. Størsta avbjóðingin hjá okkum er í dag at hýsa øllum, skipa karmar um tryggar starvsmøguleikar, og í felag – og sjálvboðið – ansa eftir, at vit ikki seta so nógva ferð á, at vandi er fyri, at vit snýsa alt omanav.

Eins og kommunurnar saman við vinnuni megnaðu at venda fólkafráflyting til fólkavøkstur, so eri eg vísir í, at vit eisini kunnu lyfta okkum upp um tey hóast alt fáu tingini, ið skilja sundur. Tá fara vit veruliga at finna framsóknar semjur, ið føra longur fram á leið, har vit megna at skipa eitt enn betri og tryggari samfelagið fyri allar okkara borgarar, bæði verandi og komandi.

Tað má vera málið !

 

 

Last modified: 19. april 2016