Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað og verður tórsdagin 18. juni, verður hervið kunngjørt, at veljarar greiða atkvøðu í samkomuhøll skúlans. Atkvøtt verður frá
kl. 09.00 til kl. 20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, íð hava rætt at nýta brævatkvøðu, kunnu greiða atkvøðu á býráðsskrivstovuni ella í Miðlatúni til og við týsdagin 16. juni 2015 kl. 15.00.
Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi týsdagin 16. juni 2015, men má boðað verða frá til býráðsskrivstovuna tlf. 663000 í seinasta lagið mánadagin 15. juni kl. 1500.
Valkort verða send øllum teimum, íð standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til býráðsskrivstovuna sum skjótast.
Havið valkortið við á val.
Valstýrið í Vági.
Last modified: 8. juni 2015