Gongdin í fólkatalinum í Vágs kommunu hevur verið spakuliga rætta vegin seinastu árini. Tá fólkatalið var uppá sítt lægsta, í september 2013, búðu 1.296 fólk í Vágs kommunu. 1. mai 2018 búðu 1.369 fólk í Vágs kommunu, 70 fleiri enn tað búðu 1. mai í 2013, tá fólkatalið var 1.299.
Seinastu árini hevur verið ein ávísur fólkavøkstur í landinum sum heild. Í tíðarskeiðinum frá 1. mai 2013 til 1. mai 2018 vaks fólkatalið í Føroyum við 5,6%. Sama tíðarskeið er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 1,2%, men í Vágs kommunu hevur verið fólkavøkstur, sum er sambæriligur við gongdina í landinum sum heild. Fólkatalið í Vágs kommunu vaks við 5,4% í 5 ára tíðarskeiðinum frá 1. mai 2013 til 1. mai 2018.
Vit gleðast um at gongdin í fólkatalinum er rætta vegin, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, sum leggur afturat, at tað eisini er væntandi, at bæði nýggja virkið hjá Bakkafrost í Vági og virksemi við tilknýtið til fiskivinnuna í Vági í næstum fer at føra við sær framhaldandi vøkstur í Vági. -Sjálvandi vóna vit eisini, at økta vinnuvirksemi bæði í Vági og í Suðuroynni sum heild, nú Varðin Pelagic ger ígongd aftur, fer at føra við sær vøkstur í fólkatalinum í oynni, sigur Dennis Holm.
Fólkatal 1. mai 2013 | Fólkatal 1. mai 2018 | Broyting í tali | Broyting í % | |
Hvalbiar kommuna | 716 | 673 | -43 | -6,0% |
Tvøroyrar kommuna | 1.752 | 1.710 | -42 | -2,4% |
Fámjins kommuna | 104 | 79 | -25 | -24,0% |
Hovs kommuna | 114 | 100 | -14 | -12,3% |
Porkeris kommuna | 320 | 316 | -4 | -1,3% |
Vágs kommuna | 1.299 | 1.369 | 70 | 5,4% |
Sumbiar kommuna | 362 | 362 | 0 | 0,0% |
Suðuroy tilsamans | 4.667 | 4.609 | -58 | -1,2% |
Føroyar tilsamans | 48.138 | 50.844 | 2.706 | 5,6% |
Last modified: 3. juli 2018