Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fólkatalið vaks í 2013

4. marts 2014

Vagur-Vagseidid

Eftir eitt 2012, har fólkatalið í Vágs kommunu minkaði nógv, var aftur ein lítil vøkstur í fólkatalinum í 2013.

Í 2013 vaks fólkatalið í Vágs kommunu úr 1.317 uppí 1.324.

Tilsamans vórðu 18 børn fødd í 2013, meðan 14 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt +4. Í 2013 fluttu 55 fólk úr Vágs kommunu, meðan 58 flutt til, og var sostatt talan um eina netto-tilflyting á 3. Tilsamans var sostatt ein vøkstur á 7 fólk í Vágs kommunu í 2013.

Gleðiligt at fólkatalið spakuliga veksur aftur eftir at tað er minkað nakað síðan 2008, tá fólkatalið í Vági fór undir 1.400 fólk.

Fyrstu mánaðirnar í 2014 hevur verið ein tilflyting á 21 fólk, meðan 7 eru flutt. Tað eru fødd 7 børn og 2 fólk eru deyð. Fólkatalið fyrstu tveir mánaðirnar í 2014 er sostatt vaksið við 19.

Last modified: 21. oktober 2014