Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fólkatalið økist í Vágs kommunu

11. marts 2021

1,1 % fleiri búgva í Suðuroynni, enn fyri 12 mánum síðani – størsti vøkstur í fólkatalinum í Suðuroy í 20 ár, sigur Hagstovan. Í Vági eru 29 fleiri borgarar komnir seinasta árið.

Suðuroyggin og Vágs kommuna hevur havt góðan vind í seglunum, seinastu tíðina. Virkin Vágur, ársins ítróttarátak, ársins ítróttarfyrimynd og FM/Grand prix-vinnarar í barnaróðrið eru bara nakrar av sólskynssøgunum hendan veturin, sum stava úr Vági. Ein onnur søga at gleðast um er, at fólkatalið í Suðuroy er voksi 1,1 % teir seinastu 12 mánaðirnar. Í dag búgva 4.664 fólk í Suðuroy, harav 1.385 fólk í Vágs kommunu. Fólkavøksturin stavar frá fólkatilflyting, har stór øking hevur verið. Nevnivert er, at 58 fólk eru flutt til Suðuroynna frá útlondum.

Vágs kommuna hevur eisini merkt tilflytingina. Síðani mars 2020 eru 89 fólk flutt til Vágs og í alt eru 29 fleiri borgarar í Vági enn tað var fyri 12 mánum síðani.

Last modified: 11. marts 2021