Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Føroyaleikirnir verða í Vági

27. maj 2021

Í døgunum 8. til 10. juli verða Føroyaleikirnir fyriskipaðir kring Føroyar. Ein av støðunum, har Føroyaleikirnir verða hildnir, er Vágur. Tað er ÍSF og sersambondini sum saman við Vágs kommunu, sum skipa fyri leikunum í Vági.

Í samband við leikirnar, so verða hesar ítróttargreinar í Vági:

– Svimjing
– Bogaskjóting
– Dart
– Hálvmaraton

Hoyr samrøðu við Andras Nolsøe, ráðgeva hjá ÍSF, har hann greiður frá leikunum. Samrøðan.

Nærri kunning kemur um leikirnar, so hvørt sum teir nærkast.

Last modified: 27. maj 2021