Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

FM 2000 liðið takkar fyri jóansøku

21. juli 2014

VB FM vinnarar 2000 - mynd 2014

Á jóansøku í Vági var ein fagnaðardystur millum Føroyameistararnir hjá VB frá ár 2000 og eitt úrvalslið frá sama tíðarskeiði.

Dysturin varð spældur í bestu líkindum á Vágseiði, har stór áskoðarafjøld var møtt upp at fagna og minnast FM-hetjurnar hjá VB frá ár 2000.
Talan gjørdist um ein undirhaldandi og spennandi dyst, sum VB vann 4-2.

Fyriskipararnir av tiltakinum eru sera fegnir um at dysturin og alt rundan um dystin hepnaðist so væl. Uttan stuðul og hjálp úr øllum landinum hevði ikki borið til at fingið hendan dystin í lag.

Fyriskipararnir til dystin vilja hervið takka øllum stuðlum og hjálparfólkum hjartaliga. Eisini eina hjartans tøkk til spælarar bæði á VB-liðnum og á úrvalsliðnum.

Last modified: 20. oktober 2014