Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Flyt eitt starv, og tú flytur eina familju !

22. december 2015

Dennis Holm_1

Suðuroyggin hevur síðani kreppuna miðskeiðis í 1990unum stríðst við minkandi fólkatali. Hvønn dag stríðast okur fyri at fáa fólk aftur til Suðuroynna eftir lokna útbúgving uttanlands, tí suðuroyingar fara jú eins og flest onnur her á landi av landinum at fáa sær útbúgving eftir loknan miðnámsskúla.

Men tað er alt annað enn lætt at fáa fólk aftur til Suðuroynna. Skulu vit hava eina familju at flyta til, so krevst oftast tvey størv, hava bæði maður og kvinna útbúgving, so er uppgávan trupul at lyfta. Hetta er eisini ein av høvuðsorsøkunum til framhaldandi minkandi fólkatal í Suðuroynni – tað eru snøgt sagt ikki nokk av størvum til útbúgvin fólk í Suðuroynni.

Tá tað so eydnast at fáa størv til útbúgvin fólk í Suðuroynni og fólk flyta til Suðuroyar at røkja hesi størv, so gleðast okur øll og taka væl ímóti tilflytarunum ella afturflytarunum. Hetta var eisini støðan tá Strandferðslan flutti, tá Brúkaraumboðið flutti og tá Aliumsitingin flutti. Knappliga vóru fleiri góð størv til útbúgvin fólk leys at søkja og størvini vórðu mannaði.

Men gleðin var stokkut.

Heykarnir í leiðandi størvum í Havn orka ikki tankan um at skula hugsa heilt til Suðuroyar. Hetta kórið er stjórin í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni nú eisini farin uppí. Jú, nú í februar flytur Aliumsitingin til Havnar, sama veg sum Brúkaraumboðið flutti fyri nøkrum árum síðani. Høvuðsgrundgeving hjá stjóranum í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni: Øll lið, sum hava samband við Aliumsitingina eru í høvuðsstaðnum.

Stjórin er av og á í Suðuroynni, so hann hevur uttan iva funnið útav, at internetsambandið í Suðuroynni er á einari leið, og sjóvegis sambandið við Smyrli er brúkiligt, og fartelefon-netið røkkur eisini til Suðuroyar. So vóru ynski um at stovnurin skal virka í Suðuroynni, so hevði uttan trupulleikar borið til hjá stovninum framhaldandi at virka í Suðuroynni.

Aliumsitingin hevur virkað í Vági í 5 ár, enn hevur ongin hoyrt eitt orð um, at tað er ein trupulleiki, at Aliumsitingin ikki er í høvuðsstaðnum. Heldur ikki er ein kæra komin um málsviðgerðina á stovninum. So grundgeving um at alt er í høvuðsstaðnum, eisini stjórin sjálvur, er heldur tunn og tóm.

Veruliga grundgevingin liggur helst í maktgyrndini hjá stjóranum, hansara kongaríkið má jú ikki blíva ov lítið samanborið við hini almennu kongaríkini í Havn.

Fyri okkum í Suðuroynni er veruleikin einfaldur. Skulu okur hava fólk til Suðuroynna, so skulu okur hava fleiri útbúgving størv, og helst tvey fyri at fáa eina familju hendan vegin. Flytur eitt starv hinvegin til Havnar, so flytur øll familjan við. -Og hesa lagnuna stendur nú enn ein familja í Suðuroynni yvirfyri, nú livibreyði hjá teimum uttan orsøk er flutt.

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni boðar í tíðindaskrivi seinnapartin frá, at Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum er kunnaður um flytingin av Aliumsitingini. Er hetta ein staðfesting av, at landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur góðkent niðurleggingina av einum almennum stovni í Suðuroynni?

Um so er, so bendir alt á, at almenni politikkurin í Føroyum framvegis er, at øll almenn størv skulu flytast til Havnar ?!

Hvør verður næsti almenni stovnur, sum skal niðurleggjast í Suðuroynni?

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Vágs kommuna

Last modified: 22. december 2015