Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Flaggdagshald í Vági leygardagin kl 17.00.

23. april 2015

Skótaliðið Royndin

Leygardagin 25.apríl kl 17.00 skipar Skótaliðið Royndin fyri flaggdagshaldi við Minnisvarðan.

Tað føroyska flaggið nevnist “Merkið”. Tað varð teknað í 1919 av føroyskum studentum í Keypmannarhavn. Jens Olivur Lisberg, Janus Øssurson og vágbinginum Pauli Dahl, sum seinni bleiv yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Teir gingu í skúla í Keypmannahavn, tá teir fóru undir at tilevna eitt tjóðareyðkenni til Føroyar og føroyingar.


Tó skuldi tað ganga nógv ár áðrenn Merkið bleiv viðurkent.

Í ár, tann 25. apríl, eru tað vorðin 75 ár síðan Merkið varð viðurkent, og bert fýra mánaðir seinni, tann 11.august 1940, varð Skótaliðið Royndin stovnað. Skótaliðið varð stovnað sum ein “roynd”, fyri at vita um hetta varð nakað fyri ungdómin í Vági. Og ikki kann sigast annað enn, at royndin lukkaðist sera væl.

Leygardagin 25.apríl kl 17.00 skipar Skótaliðið Royndin fyri flaggdagshaldi við Minnisvarðan.

Skótar og úlvar ganga skrúðgongu, frá skótahúsinum oman til Minnisvarðan, har Dagfinn Olsen, skúlalærari og skald, flytur fram røðu.
Sangarar frá Ljómi luttaka við sangi og felagssangi, og aftan á verða øll boðin út í Framtíðina til ein drekkamunn.

Last modified: 23. april 2015