Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fjarlestur og Fjarlestrardepilin

Fjarlestur – á enskum distance learning og á donskum fjernundervisning – er heitið fyri eina frálæruskipan, har vitan verður flutt frá undirvísara til lesandi, har tann lesandi annaðhvørt ella bæði í tíð og fysiskt er staddur fjart frá undirvísaranum. Eisini er galdandi, at tøkni verður brúkt í frálæruskipanini – t.d. internet. Í hugtakinum fjarlestur liggur eisini, at eitt tveyvegis samskiftið fer fram millum undirvísarar og lesandi.

Hugtakið fjarlestur er sum so ikki nýtt. Fjarlestur hevur onkursvegna verið til í út við eina øld. Í dag er fjarlestur serliga útbreitt orsakað av menningini av internetinum, men áðrenn internet-øldin byrjaði, var fjarlestur umvegis eitt nú sokallaðu “brævskeiðini” ikki óvanligt. Endamálið var tá, eins og tað er í dag, at fólk, óansæð hvar tey eru stødd, skulu kunnu menna sín førleika.

Við menningini av internetinum er tað vorðið alsamt meiri vanligt, at heilar útbúgvingar ella stórir partar av útbúgvingum kunnu takast umvegis fjarlestur. Við øðrum orðum er tað í dag púra vanligt, at lesandi í einum landi, umvegis fjarlestur, nema sær útbúgvingar í øðrum landi, uttan yvirhøvur at hava verið á staðnum, har útbúgvingin verður boðin út.

Fjarlestrardepilin er ein depil, sum knýtir sambond millum fjarlesandi í Suðuroynni og lestrarstað. Ein depil sum ger tað møguligt at fara undir fjarlestur. Fjarlestrardepilin er eitt tilboð til t.d. tey, sum ætla:

  • undir hægri útbúgving
  • undir hægri ískoytisútbúgving
  • undir endurútbúgving og uppskúling

Á Fjarlestrardeplinum eru skipaði hølisviðurskifti við neyðugum hentleikum til fjarlesandi. Á Deplinum kunnu fjarlesandi t.d.:

  • fylgja undirvísing umvegis internetið
  • fáa leiðbeining í samband við útbúgvingina
  • fara til próvtøku við próvtøkuvakti
  • lesa og loysa uppgávur sjálvur ella í bólkaarbeiði saman við øðrum fjarlesandi

 

Fjarlestrardepilin er ein stovnur undir Vágs kommunu og liggur á Vágsvegi 22, 900 Vágur.

Fyrispurningar um fjarlestrar møguleikar í Suðuroy og Fjarlestrardepilin kunnu sendast til info@vagur.fo. Eisini er møguligt at ringja til Miðlatún á telefon 239390.