Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fjarlestrardeplinum hølir á Vágsvegi 22

24. juni 2013

Fjarlestrardepilin 2013

Nú er greitt, at Fjarlestrardepilin kemur at halda til á Vágsvegi 22 í Vági.

Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti. Har er eitt stórt undirvísingarhøli og harumframt fleiri smærri bólkarúm, soleiðis at lesandi kunnu sita og arbeiða í bólkum.

Sjálvsagt er internet og aðrir hentleikar (printari os.fr.) á Fjarlestrardeplinum – hentleikar, sum eru neyðugir fyri at fjarlesandi fáa virka sum best í teirra lestrartíð.

Á Fjarlestrardeplinum verða eisini skeið /undirvísingin, sum Fjarlestrardepilin sjálvur bjóðar lesandi. Harumframt verður leiðbeiningin til lesandi eisini í hølunum hjá Fjarlestrardeplinum.

Fjarlesandi fáa egnan lykil
Atgongdin til Fjarlestrardepilin verður skipað soleiðis, at fjarlesandi fáa – um tey hava áhugað í tí – lykil, soleiðis at tey altíð kunnu gera nýtslu av hølunum. Hølini verða opin fyri lesandi frá kl. 8.00 á morgni til kl. 22.00 um kvøldið. Í vikuskiftinum verða hølini stongd.

 

Lesið meiri um Fjarlestrardepilin á www.fjarlestur.fo

 

Last modified: 24. juni 2013