Hølini í Fjarlestrardeplinum eru tikin í nýtslu. Og frá komandi viku koma hølini at húsa alskyns útbúgvingartilboðum.
Fjøltáttaðu útbúgvingar- og lærutilboðini í hølunum hjá Fjarlestrardepilin ger, at Fjarlestrardepilin í stóran mun gerst ein læru depil ella eitt Learning Center.
Umframt fjarlestur, skeiðstilboð, so kemur lektiu-kafé’in hjá Vágs skúla eisini at halda til í hølunum hjá Fjarlestrardeplinum. Um kvøldarnar verða nøkur av kvøldskúlatilboðunum í Fjarlestrardeplinum, umframt at Depilin kemur at verða brúktur í samband við fyrilestrar og framløgur.
Last modified: 19. oktober 2013