Almennur kunnandi fundur um Fjarlestrardepilin verður í skúlahøllini í Vágs skúla týskvøldið 18. juni kl. 19.
Á fundinum verður greitt frá Fjarlestrardeplinum og virkseminum á Fjarlestrardeplinum. Eisini verður greitt frá hvussu áhugaði kunnu fáa hjálp at finna fjarlestrarútbúgvingar.
Á fundinum verður eisini greitt frá hvussu Fjarlestrardepilin fyri at bjóða lesandi skeið og lestrarvegleiðing í heyst, og harumframt hvussu lesandi kunnu brúka hølisviðurskiftini á Fjarlestrardeplinum.
Møguleiki verður sjálvsagt á fundinum at seta spurningar og umrøða hvørjir møguleikarnir eru í fjarlestri sum heild og á Fjarlestrardeplinum.
Fundurin verður í skúlahøllini í Vágs skúla kl. 19 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Last modified: 17. juni 2013