Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fjarlestrardepilin forkunnuga vitjan úr Svøríki

16. maj 2013

2013-05-Svensk-vitjan (1)

Fjarlestrardepilin í Vági hevði í dag forkunnuga vitjan úr Svøríki, tá fimm rektarar á svenskum fólkaháskúlum vitjaðu í Vági at kunna seg um Fjarlestrardepilin.

Rektararnir frá Nordiska folkhögskolan, Göteborg folkhögskola, Vimmerby folkhögskola, Fristads folkhögskola og Hällefors folkhögskola frættu fyrr í vár um Fjarlestrardepilin, og nú tey komu á kunningarferð í Føroyum, vildu tey eisini leggja leiðina til Vágs at kunna seg um Fjarlestrardepilin.

Dennis Holm, borgarstjóri, og Elin Tausen, samskipari á Fjarlestrardeplinum, tóku ímótu og greiddu frá bakgrund, endamálinum við og virkseminum á Fjarlestrardeplinum. Og svensku gestrinar greiddu frá teirra skúlum og hvørji tilboð teir bjóðaðu.

Nakrir av svensku fólkaháskúlunum bjóða út fjarlestur og verður nú farið undir at kanna í hvønn mun og hvussu samstarv kann fáast í lag millum hesar fólkaháskúlar og Fjarlestrardepilin.

Tær útbúgvingar, sum í løtuni verða bjóðaðar út umvegis Fjarlestrardepilin eru einamest heilar útbúgvingar, men endamálið við Fjarlestrardeplinum er eisini at bjóða út stytri og longri skeið, sum eru umvegis fjarlestur – fjarlestrartilboðini á m.a. svensku fólkaháskúlunum passa væl inn í hesa ætlan.

Á Fjarlestrardeplinum verður arbeitt við at skráseta hvørji stytri og longri skeið eru, sum verða boðin út sum fjarlestur. Tey fyrstu av skeiðunum verða løgd á heimasíðuna www.fjarlestur.fo í komandi viku.

2013-05-Svensk-vitjan (2)

Last modified: 16. maj 2013