Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fjarlestrardepil setast á stovn í Vági

15. januar 2013

Vagsfjordur-2008

Á býráðsfundi í kvøld, sum var tann fyrsti býráðsfundurin í nýggja býráðsskeiðinum í Vági, samtykti Vágs Býráð einmælt at seta á stovn ein Fjarlestrardepil í Vági.

Fjarlestrardepilin er ein útbúgvingardepil, sum knýtir sambond millum fjarlesandi í Suðuroynni og lestrarstað. Ein depil, sum hjálpir teimum, ið ætla undir útbúgving sum fjarlesandi, at finna útbúgvingarstað.

Fjarlestrardepilin er eitt tilboð til t.d. tey, sum ætla:
• undir hægri útbúgving
• undir hægri ískoytisútbúgving
• undir endurútbúgving og uppskúling

Á Fjarlestrardeplinum verða skipaði hølisviðurskifti við neyðugum amboðum til fjarlesandi. Á Deplinum kunnu fjarlesandi t.d.:
• fylgja fyrilestrum / undirvísing umvegis internetið
• taka lut í skeiðum, sum Fjarlestrardepilin skipar
• fáa leiðbeining í smb. við útbúgvingina
• lesa og loysa uppgávur sjálvur ella í bólkaarbeiði saman við øðrum fjarlesandi

Gongdin í samfelagnum tey seinastu ártíggjuni hevur m.a. verið merkt av, at alsamt fleiri fáa sær miðnámsútbúgving og eftir tað eina førleikagevandi útbúgving. Tær førleikagevandi útbúgvingarnar verða ofta tiknar á hægri útbúgvingarstovnum í Havn ella uttanlands. Henda gongdin førir við sær, at fólk flyta bæði úr útjaðaranum og úr Føroyum sum heild. Fyri Suðuroynna hevur hetta ført við sær at fólkatalið er minkað, tí nógv venda ikki aftur eftir lokna útbúgving.

Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at Fjarlestrardepilin er eitt ítøkiligt átak fyri at minka streymin av fólki úr Suðuroynni. -Fáa fólk valmøguleika at taka alla ella partar av einari hægri útbúgving í Suðuroynni, so er eisini sannlíkt, at fleiri fara at brúka hendan møguleikan, og tá missa tey ikki samband við lokaløkið í 4-5 ár ella fleiri, sigur Dennis Holm.

Málið er at tey fyrst fjarlesandi kunnu gera nýtslu av Fjarlestrardeplinum, tá tær hægri útbúgvingarnar byrja eftir summarfrítíðina í summar.

Last modified: 27. februar 2013