Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fiona Parker leiðari fyri Musikkskúlan í Vági

15. august 2019

Vágs kommuna setti tíðliga í summar á stovn Musikkskúlan í Vági og søkt varð eftir leiðara. -Og nú er greitt, at Fiona Parker verður leiðari fyri Musikkskúlan í Vági.

Fiona Parker hevur hægri útbúgving frá London College of Music, Universitetinum í Bergen og University College of Londonhevur , og hevur eisini í seinastu umleið 30 árini undirvíst í tónleiki, so vit fáa ein sera væl skikkaðan leiðara til nýggja Musikkskúlan í Vági, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.

 

Um Musikkskúlan

Musikkskúlin í Vági bjóðar sang – og ljóðføriðsundirvísing. Undirvísingin í hølum musikkskúlans, sum eru í Vágs Skúla (á ovara gangi í nýggja skúla).

 

Nýggir næmingar

Skráseting av nýggjum næmingum fer fram umvegis teldupost til Vágs kommunu: vagur@vagur.fo

Eisini ber til at seta seg í samband við Fionu Parker, leiðara, umvegis teldupost adressuna: fiona.parker@btinternet.com ella á tlf. 286046.

Last modified: 15. august 2019