Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Filmsbrot: Rørslufagnaður í Vági 2019

22. maj 2019

Í 2017 gjørdist Vágs kommuna partur av samstarvinum í ABC fyri sálarligari heilsu, sum er eitt samstarv sum Fólkaheilsuráðið hevur sett á stovn millum stovnar, fyritøkur, kommunur og onnur í Føroyum.

Vágs kommuna hevur síðani skipað fleiri tiltøk í tráð við grundhugsanina handan ABC fyri sálarligari heilsu. Í ár var so á fyrsta sinni skipað fyri Rørslufagnaði í Vági og var hetta fríggjadagin 3. mai.

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt hetta filmsbrotið um Rørslufagnaðin í Vági 2017.

Hvat er ABC fyri sálarliga heilsu?
ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Ein týðandi partur snýr seg eisini um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar.

Sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og tað hevur eins stóran týdning, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu eins og okkara likamligu heilsu. Við at vera virkin á ymiskan hátt, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. ABC fyri sálarliga heilsu er fyrsta granskingargrundaða átakið, sum er fyri øll.

Ætlanin hevur í sær ráð, sum vit møguliga ikki fáa raðfest, hava orku til í gerandisdegnum, ella sum vit longu kenna, men hava gloymt. Hesi ráð eru ein einføld, ítøkilig og jalig leiðbeining, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu:

A) VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.

B) VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av.

C) VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga, sum gevur tær eina kenslu av meining. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.

 

Last modified: 22. maj 2019