Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs kommuna á rættari kós

25. november 2013

Vagur-Vagseidid

Trivnaður, mentan og vinnulív – samanhald og tilflyting.

Fyri smáum 11 mánaðum síðani tók nýggja býráðið í Vágs kommunu við eftir kommunuvalið 2012.

Býráðið hevur frá fyrsta degi arbeitt miðvíst við at skipa soleiðis fyri, at umstøðurnar hjá fólki at búleikast í kommununi gerast so góður sum til ber, samstundis sum Vágs kommuna gerst eitt áhugavert stað at flyta til og flyta aftur til.

Við yvirskriftini Trivnaður, mentan og vinnulív – samanhald og tilflyting, er fyrsta fíggjarætlanin hjá verandi býráð nú samtykt.

Mennandi barna- og ungdómsár
Málsetningurin hjá býráðnum er at tryggja, at okkara ungu vaksa upp í einum spennandi, mennandi og avbjóðandi umhvørvi. Tað er jú í barna- og ungdómsárunum, at vit sum kommuna og býur byggja upp góðu minnini hjá okkara ungu – góðu minnini, sum skulu eggja teimum at leita aftur til Vágs, tá tey eru liðug við útbúgvingina úti í stóru verð.

Fyrr í ár varð nýggjur dagstovnur tikin í nýtslu. Umstøðurnar hjá okkara yngstu borgarum eru nú framúr góðar við nýggjum dagstovni við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla, sum virkar saman við dagrøkt í heimligum umhvørvi.

Í 2013 eru nýggj tilboð gjørd á skúlaøkinum við nýggjari spennandi ítróttabreyt fyri 8. og 9. flokk, og við lektiu-kafé til allar næmingar í fólkaskúlanum. Í 2014 verður Vágs skúli raðfestur enn hægri og fær tað størstu játtanina í fleiri ár.

Í 2014 verður eisini skipað eitt nýtt tilboð til ung, byrjanin til eitt ungdómshús gerst tá veruleiki. Væleydnaða skipanin við ungum í arbeiði verður sjálvsagt endurtikin í 2014.

Í vár varð skipaður Fjarlestrardepil, soleiðis at vit kunnu bjóða okkara ungu, sum ætlað undir útbúgving, valmøguleikan at taka ein part ella alla útbúgvingina umvegis fjarlestur her á staðnum. Í 2014 fer fram ein framhaldandi menning av Fjarlestrardeplinum.

Ein spennandi og innbjóðandi bý
Tað hevur týdning fyri trivnaðin, at býurin er spennandi og innbjóðandi. Er býurin livandi og innbjóðandi ávirkar hetta eisini umstøðurnar hjá handlandi í býnum.

Í ár eru fyrstu stigini tikin til eina miðvísa fríðkan í allari kommununi. Fleiri økið eru í ár fríðkaði – hetta gleðast fólk sum heild um – og hildið verður áfram við hesum arbeiði komandi ár.

Ein miðvíst dagføring av miðbýnum er sett á dagsskrá í 2014. Nýtt býarbókasavn letur komandi ár upp í Gamla Posthúsi, samstundis sum miðbýurin verður gjørdur meiri innbjóðandi.

Í 2013 eru dagføringar gjørdar uttanfyri Heilsumiðstøðina og inni á sjálvari Heilsumiðstøðini. Hetta arbeiðið heldur áfram í 2014.

Mentanin og ítróttin serstøðu í Vági
Vágs kommuna er ríkað við fjøltáttaðari mentan og ítrótti. Mentan og ítróttur, sum ríkar okkum í gaman og álvara, skapar innihald í gerandisdegnum og dregur til sín fólk úr øllum heraðshornum.

Eisini í 2014 eigur lokala mentanin og ítróttin stóra rúmd í ætlanunum hjá Vágs Býráð. Styrkt verður um verandi mentanar- og ítróttartilboð og nýggj leggjast afturat.

Vinnulívsmenning á dagsskrá
Í vár varð vinnulívsmenning sett á dagskrá í Vágs kommunu. Skipaður er Vinnumenningarbólkur, sum hevur fyrireikað tiltøk fyri vinnuni tíðliga í 2014.

Virkni kommunali leikluturin at skipa umstøður til verandi vinnulívi, samstundis sum at virka verður fyri at nýggjar vinnur koma til Vágs kommunu, heldur áfram. Býráðið fegnast um økta virksemi á og við Vágs Havn.

Vágs kommunu hevur í nógv ár raðfest ferðavinnuna høgt, árið 2014 verður onki undantak. Í 2014 verður gjørt nýtt kampingpláss í Vági. Ætlanir eru eisini um 80 nýggj songjapláss til ferðavinnuna, og hetta fegnast býráðið um.

Framhaldandi menning av vegakervi og vatnveiting
Í 2014 verður bygt víðari á miðvísa arbeiðið at útbyggja og menna vegakervið í kommununi. Vatnveitingin fær eisini í 2014 høga raðfesting, samstundis sum arbeitt verður víðari við at fremja spillvatnsætlanina.

Grøna økið raðfest
Í 2013 er grøna økið raðfest. Grøni bólkur hevur skipað fyri grønum átøkum. Endurnýtslubingja er sett upp á ruskplássinum. Og í 2013 eru íløgur gjørdar í orkusparandi tiltøk. Grøna økið verður framhaldandi raðfest í 2014.

Kommunuskattaprosentið lækkar
Fyri fyrstu ferð í fleiri áratíggju lækkar skattaprosentið í Vágs kommunu komandi ár. Eitt samt býráð samtykti á býráðsfundi 25. nov. 2013 at lækka skattaprosentið úr 23,25 % niður í 23,15 %.

Barnafrádrátturin verður framvegis 4.000 kr., men við ársbyrjan í ár, varð barnaansingargjaldið í Vágs kommunu lækkað til millum lægstu í landinum, so eisini á tí økinum verður raðfest at lætta um fíggjarliga hjá barnafamiljum í Vágs kommunu.

Høvuðstøl í fíggjarætlanini í 2014
Mett verður, at inntøkurnar komandi fíggjarár verða 37,8 mió. kr., hetta er umleið 1,6 mió. kr. meiri enn í fíggjarætlanini fyri árið 2013, tá inntøkurnar vórðu mettar at verða 36,2 mió. kr.

Raksturin av Vágs kommunu verður í 2014 mettur at verða smáar 28,3 mió. kr. Íløgurnar verða umleið 0,8 mió. kr.

Í 2014 fer Vágs kommuna at rinda 4,85 mió. kr. í avdrátti av lániskuldin og umleið 1,4 mió. í rentum. Vágs kommuna verður væntandi undir 1 álíkning í 2014.

Á røttu kós!
Vágs kommuna er á røttu kós og spennandi tíðir liggja fyri framman.

 

Last modified: 25. november 2013