Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ferðamannaskipið Corinthian á Vág

29. juli 2013

Corinthian

Týsdagin 30. juli kemur ferðamannaskipið Corinthian á Vág.

Við Corinthian eru 100 ferðafólk og manningin telur 60 fólk. Corinthian er eitt luksusskip, sum siglur kring allan heimin. Seinastu vikurnar hevur skipið verið á ferð í Norðuratlantshavi. Ferðin byrjaði í Edinburg og áðrenn Corinthian kom til Føroyar, hevur skipið verið í Hetlandi og Orknoyggjum.

Ólavsøkuaftan var Corinthian á víkini við Mykines, har ferðafólkið vitjaði.

Týsmorgun kemur Corinthian so á Vág. Ferðafólkini fara útferðir og vitja eisini á søvnum í Vági. Corinthian fer ætlandi av aftur Vági seint seinnapartin týsdagin.

Corinthian er 2. ferðamannaskipið, sum hevur verið á Vági í summar.

 

 

Last modified: 29. juli 2013