Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Felags ferðslutrygdarætlan í Vági

10. juni 2016

Ferðslutrygd Vagi
Vágs kommuna, Løgreglan og Landsverk eru farin undir at gera eina ferðslutrygdarætlan fyri høvuðsvegin í Vági.

Ónsdagin 13. apríl var fundur á kommunuskrivstovuni í Vági, har sjøtul varð settur á fyrireikingararbeiðið við at ferðslutryggja høvuðsvegin í Vági. Teinurin fevnir um Nesveg, Marknoyrarveg, Vágsveg og Líðarveg, ið hava eina samlaða vegalond á 4,6 km.

Endamálið við ferðslutrygdarætlanini er at gera tað tryggjari hjá fólki til gongu og í bili, samstundis sum framkomuleikin hjá farmaflutningi ígjøgnum bygdina eisini skal betrast.

Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd
Arbeiðið er skipað við einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki við umboðum fyri allar tríggjar samstarvspartar.

Arbeiðsbólkurin, ið skal kanna og lýsa ferðsluna á vegateininum og peika á møguligar loysnir, fór beinanvegin í gongd við at kortleggja verandi støðu og lýsa teir trupulleikar, ið eru á hesum vegateininum. Eitt nú eru bæði ferðsluteljingar og ferðmátingar longu gjørdar ymsa staðni á vegnum. Við støði í ferðsluteljingum, ferðmátingum og óhappsskrásetingum fer arbeiðsbólkurin at gera eitt uppskot um ferðslutrygdartiltøk. Eisini skal spurnarkanning gerast um skúlaferðslu og ferðsluna til svimjihylin og ítróttarøkið.

Borgarin verður hoyrdur
Fyri at fáa so góðar loysnir sum til ber, verður skipað fyri tveimum lokalum borgarafundum. Ein borgarafundur verður í byrjanini beint eftir summarfrítíðina, meðan seinni fundurin verður í vetur, tá ítøkilig uppskot til loysnir fyriliggja. Hendan tilgongd skal tryggja, at ætlanin vónandi fær longri livitíð, og verkætlanin annars verður, sum lokalsamfelagið ynskir tað. Kunngjørt verður í góðari tíð frammanundan, nær og hvar borgarafundir verða. Afturat hesum borgarafundum er ætlanin eisini at skipa fyri serligum fundum fyri vinnulívinum, so vinnan eisini sleppur at lýsa síni sjónarmið og ynskir.

Last modified: 10. juni 2016