Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Felags barnavernd í Suðuroynni

22. januar 2014

Barnavernd

Kommunurnar í Suðuroynni undirskrivaðu í farnu viku avtalu um at skipa Suðuroyar Barnaverndartænastu.

Barnaverndartænastan fevnir um barnaverndarnevndina og barnaverndarumsitingina.

Frammanundan hava verið tvær barnaverndartænastur í Suðuroy, men broyting í Barnaverndarlógini í mai 2012, førdi við sær, at pr. 1. januar 2014 skuldi bara ein barnaverndartænasta verða í Suðuroynni.

Fyri borgarar í Vágs kommunu førir broytingin við sær, at Barnaverndarumsitingin hereftir húsast í hølum á Tvøroyri, og ikki í hølum í Porkeri. Tænastan yvirfyri borgarum verður tann sama, tí talan er um eitt økið, sum er stýrt í mun til ásetingar í Barnaverndarlógini.

Suðuroyar Barnaverndartænasta er skipað sum eitt samstarv millum kommunurnar í oynni við Tvøroyrar kommunu sum vertskommunu. Kommunustýrini velja hvørt sítt umboð í barnaverndarnevndina og í samstarvsnevnd. Samstarvsnevndin skipar umsitingina. Roknskapurin verður skipaður sum partur av roknskapinum hjá Tvøroyrar kommunu, tó við sjálvstøðugum staðnummari. Kommunurnar halda rakstrarútreiðslurnar í mun til fólkatalið.

Í mun til skipanina, sum nú fer at virka, ynskti Vágs Býráð eina skipan við millum kommunalum samstarvi, har allar kommunur vóru javntstillaðar, og við einum stýri, sum ovasta myndugleika fyri samstarvi. Í uppskotinum hjá Vágs Býráð hevði samstarvið egnan sjálvstøðugan roknskap.

Tað bar ikki til at fáa undirtøku fyri uppskotinum hjá Vágs Býráð. Almannamálaráðið hevur staðfest, at ráðið hevur heimild í lógini at tvinga kommunur uppí samstørv um barnaverndartænastu. Vágs kommuna er sostatt vorðin partur av einum samstarvi, sum er skipað á annan hátt, enn Vágs Býráð ynskti, hetta harmast Býráðið um.

Nú farið verður inn í hetta nýggja samstarvið fer Vágs kommuna at gera sítt til at samstarvið fer at virka væl, borgarum í Suðuroynni at frama.

 

Last modified: 21. oktober 2014