Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Fagnaðardagur nú ungdómurin hevur fingið sítt egna stað

16. februar 2015

Ungdomshus-02-2015 (4)

Sirið Stenberg, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu, fluttu fram røðu í smb. við at ungdómshúsið lat upp leygardagin 14. februar 2015.

Góðu tit fittu ungu, Alice, Anna Maria, Rakul og vit øll. Tað er við stórum takksemi, vit í dag kunnu taka ungdómshúsið alment í brúk, og hjartaliga tillukku við tí.

Hetta er í roynd og veru ein dreymur, sum verður til veruleika. Og leingi er tað, ið væl skal verða. Tað hevur í áravís verið eitt stórt ynski hjá teimum ungu, hjá foreldrum, hjá kommununi og hjá okkum øllum at fáa sett eitt mennandi ungdómstilboð á stovn. Og loksins kann man siga at lagaliga løtan er komin. Tí eri eg av tí fatan, at dreymar og visiónir um batar, og um tað góða, ongantíð eru til onkis, sjálvt um tað ofta kann kennast ómetaliga leingi at bíða eftir at uppliva, at tingini vera førd út í lívið. “Men einaferð kemur tað undan, alt tað sum verður droymt” sigur skaldið, og so er. Tað kunnu vit ásanna í dag.

Í kommununi eru vit glað um at kunna bjóða okkara børnum og ungum góðar umstøður. Tað er fyri okkum eitt tilvitað val at skapa tryggar og mennandi karmar um børn og ung, og harvið royna at taka okkara part av at leggja lunnar undir eitt trygt og mennandi barna og ungdómslív.

Vit gleðast um saman við lokalum felagsskapum at kunna viðvirka til, at okkara ungdómi er í boði skótalív, hondbóltur, fótbóltur, svimjing, góður musikskúli/skúli/barnagarður og dagrøkt, føroyskur dansur, dagsglæma, barnakór, kappróður, ymisk samkomutilboð o.s.fr.Men hóast alt hetta, so hava vit allíkavæl merkt tørvin á at finna hóskandi ungdómstilboð til tey ungu, sum onkursvegna ynsktu okkurt annað. Tey sum ynsktu sítt egna, og sítt egna frírúm til samveru við onnur ung, kreativitet og til sjálvi at kunna vera viðleikarar í at skapa innihald og seta dagsskránna fyri, hvat tey nú hava hug til. Tey manglaðu teirra stað.

Frá byrjan av hava vit verið í eini opnari tilgongd, har vit einans settu starvsfólk, so starvsfólkini saman við teimum ungu sjálvi kundu leggja tilrættis, hvussu ungdómstilboð skuldi verða samansett, og hvussu húsið skuldi vera. Úrslitið síggja vit nú, og tað er veruliga imponerandi. Tit hava fingið umskapað billiardhúsið til ein heilt annan ævintýrkendan heim, og tit hava fingið lagt tilrættis eitt tilboð til børn og eitt tilboð til ung. Vit ynskja tykkum so hjartaliga tillukku og takk fyri stóra innsatsin. Vit ivast heldur onga løtu í, at øll tit ungu hava lært nógv av at hava verið við til at leggja alt tilrættis. Tit hava havt møguleika at ment tykkara kreativu evni, hava skula tikið støðu og avgerðir um ymiskt, hava skula samstarvað og lært, at í felagsskapi ber til at byggja upp og náa høgum málum. Og eisini at man má leggja arbeiðsorku í, um verkætlanin við ungdómshúsinum skuldi blíva til nakað. So uttan tykkum- onki ungdómshús. Hetta er týdningarmikil lærdómur, sum tit kunnu taka við tykkum, tí tað eisini vísir, hvussu týdningarmikil tit eru, og hvussu nógv tit megna. Og mugu ikki nógv av tykkum nú eisini kenna nakað heilt serligt fyri billiardhúsinum og vera góð við tað- tit hava jú sjálvi skapt tað, kann man siga. Og Alice hevur hegnisliga lagt tilrættis og stýrt skútuni, og eisini hava tit fingið góða hjálp og ráðgeving frá listafólkum.

Tað hevur ligið okkum nógv á hjarta at finna góð starvsfólk, sum eisini kunnu geva tilboðnum innihald. Sum kunnu vera teimum ungu álítandi vaksin, og ein hollur stuðul í ungdómstíðini, sum eisini kann vera umskiftilig. Og vit ivast onga løtu í, at ta uppgávuna fara starvsfólkini at megna til fulnar.

Fyri stuttum var hátíðarhildið, at barnarættindasáttmálin fylti 25 ár. Okkara ynski og vón er eisini við hesum ungdómstilboði at lyfta okkara ábyrgd mótvegis okkara ungu soleiðis, at barnarættindasáttmálin verður vístur í verki, og kann vera virðisgrundarlag undir tí virksemi, sum fer at verða í billiardhúsinum. Soleiðis ber til at samantvinna kreativitet, hugna og vinalag og alt tað stuttliga, tit vónandi koma at uppliva her við læring og virðisarbeiði, har tey ungu kunnu mennast og búnast til vaksnamannalívið.

Vit eru í kommununi sannførd um, at tað at arbeiða við trivnaði og góðum tilboðum til børn og ung er ein íløga í framtíðina, sum kemur nógva ferðir aftur. Tað at hava góð barnaár og barnaminnir er besta viðførið at taka við sær út í lívið, og kann vera avgerandi fyri, hvussu lívsleiðin annars formar seg, og fyri hvussu man seinni í lívinum møtir lívsins avbjóðingum. Tí vóna vit, at tit í hesum húsi fara at uppliva góðar og gevandi løtur.

At enda fari eg á hesum fagnaðardegi enn einaferð at ynskja okkum øllum tillukku og takka mangar ferðir fyri tað stórarbeiði tit longu hava lagt í ungdómshúsið. Tað er okkara ynski ,at húsið fer at verða nógv brúkt og kemur at vera teimum ungu, starvsfólkum og bygdini allari til signing og gleði.

 

Sirið Stenberg
Forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs Kommunu

 

Last modified: 18. februar 2015