Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

FABLAB Vágur letur upp fyri almenninginum

22. september 2020

Tórsdagin 24. sept. 2020 kl. 13 letur FABLAB Vágur upp fyri almenninginum.

Í tí sambandi eru øll hjartaliga vælkomin í FABLAB Vágur tann 24 sept. frá kl. 13 til 15. Móttøkan verður í auluni í Vágs skúla kl. 13. Fólk verða biðin um at brúka inngongdina frá skúlagarðinum.

Vit bjóða eisini kaku og kaffi.

Orsakað koronatilmælini kunnu vit ikki savnast í størri bólkum, so vit eru noydd til at vísa tykkum Fablab hølini í smærri bólkum í senn, men hetta fáa tit nærri at vita um, tá tit koma.

Last modified: 22. september 2020