Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Enskt í Vágs kvøldskúla

26. januar 2015

Learn-english

Vágs kvøldskúli bjóðar nú út várskeið í enskum.

Enskt á 8. og 9. floksstigi

Hava tit trupult við at skilja / tosa enskt, ella at hjálpa barni tykkara við enskum, so er ein gyltur møguleiki at fríska uppaftur títt enska á Vágs Kvøldskúla.

Talan er um enskt á 8. og 9. floksstigi og frálæra er í tilsamans 40 tímar.

 

Lærari er Dagfinn Olsen. Tilmelding á tlf. 220727 ella á tlf. 269567 (Kvøldskúlaleiðarin)

Skeiðið kostar 300 kr. + tilfar.

Skeiðið byrjar fyrst í februar. Tilmeldingarfreist  1. februar 2015, tilmelding er hjá læraranum á 220727 ella á tkf. 269567.

 

Vágs kvøldskúli
tlf. 269567
teldupostur hogabo@post.olivant.fo

Last modified: 26. januar 2015