Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Enn betur at verða borgari í Vágs kommunu!

24. november 2014

Vagur-Vagseidid

Vágs kommuna er á røttu kós og nú fíggjarætlanin fyri árið 2015 er samtykt, er greitt, at tað verður enn betur at verða borgari í Vágs kommunu komandi árini.

Fremsta uppgávan hjá kommununi er at bjóða øllum borgarum dygdargóðar tænastur, sum eru málrættaðar, soleiðis at tú fær nøktað tann tørv, sum tú nú einaferð hevur á lívsins leið, antin talan er um børn og ung, um barnafamiljur, um støk, um tilkomin ella um eldri.

Hesir grundtankar hava verið og eru hornasteinurin undir raðfestingini, sum Vágs Býráð hevur gjørt fyri árið 2014 og nú eisini fyri árið 2015.

 

Barna- og ungdómsárini okkara ábyrgd
Tað áliggur okkum øllum at tryggja, at okkara børn og ungu vaksa upp í einum spennandi, mennandi og avbjóðandi umhvørvi. Í barna- og ungdómsárunum skulu vit saman tryggja, at okkara ungu byggja upp tey góðu minnini – tey góðu minnini, sum skulu eggja okkara ungu at leita heimaftur til Vágs, eftir lokna útbúgving.

Í Vágs kommunu er dagstovnaøkið raðfest, nýggj tilboð eru skipaði í Vágs skúla, nýtt ungdómstilboð er skipað og letur upp í nýggjum hølum í næstum. Hesi økið verða framhaldandi raðfest í 2015. Skipanin við ungum í arbeiði verður sjálvsagt endurtikin og hartil styrkt í 2015

Tilboðini á Fjarlestrardeplinum eru síðan byrjanina í 2013 vorðin enn meiri fjøltáttaði í ár. Komandi ár verður hildið áfram við at menna Fjarlestrardepilin, soleiðis at tað er gjørligt hjá fólki her á landi umvegis fjarlestur at taka styttri, miðallangar og langar hægri útbúgvingar.

 

Raðfesta skúla, mentan og ítrótt
Býráðið er samt um framhaldandi at raðfesta skúla, mentan og ítróttina í Vágs kommuna. Hildið verður áfram við at fremja dagføringar og umvælingar í Vágs skúla, eisini verður farið undir at gera nýtt spælipláss til skúlan. Komandi ár verður eisini lagt afturat nýggju tilboðunum um rørslu og ítrótt í dagstovninum Eikilund og í Vágs Skúla.

Eins og í 2014, verður í 2015 hildið áfram at raðfesta ítróttarøkið á Eiðinum. Savnsøkið verður eisini raðfest komandi ár.

 

Eldraátøkini fremjast í verki
Undir yvirskriftini “Tað skal verða enn betur at koma til aldurs í Vágs kommunu” var í oktober kunnandi fundur fyri borgarum 65 ár og eldri í Vágs kommuna. Fyrst í komandi ári verður skipanin við eldraátøkum og –tilboðum sett í verk.

 

Ein livandi miðbý
Býráðið hevur raðfest høgt at býurin skal verða livandi og innbjóðandi, bæði hjá handlum og fyritøkum, hjá borgarunum, eins og hjá vitjandi í Vági.

Tað er sjón fyri søgn, at býurin – ikki bara miðbýurin – er fríðkaður seinastu árini. Í miðbýnum er í økið frammanfyri og eystanfyri Heilsumiðstøðina dagført og fríðkað í ár. Og komandi ár verður hildið áfram út gjøgnum miðbýin, har nýggja býartorgið verður gjørt liðugt komandi summar.

Í næstum letur upp nýggjur tænastudepilin í Gamla Posthúsinum í miðbýnum. Og við hesum verður miðbýurin enn meiri spennandi at vitja, samstundis sum økið við dagføringini komandi vár og summar verður bæði innbjóðandi og hugnaligt.

 

Framhaldandi menning av vatnveiting
Miðvísa arbeiðið at betra um vatnveitingina hjá Vágs kommunu heldur áfram í 2015, og vónar býráðið at góðskan á drekkivatninum í Vágs kommunu verður munandi betur, tá árið 2015 er farið afturum.

 

Farið verður undir vegin vestur í Geilina
Arbeitt verður eisini framhaldandi við at menna og nýgera vegakervið og gongubreytir í kommununi. Í 2015 verður farið undir at gera vegin vestur í Geilina.

 

Bátahylurin og havnarøkið
Komandi ár verða umvælingar gjørdar á bátahylinum inni á Oyrunum. Eisini verða gjørdar dagføringar í vegakervinum oman á vinnuøkini á havnarlagnum kring fjørðin.

 

Heilsumiðstøðin
Býráðið hevur seinastu árini raðfest dagføring av Heilsumiðstøðini í Vági, sum Vágs kommuna eigur saman við Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunu. Heilsumiðstøðin verður eisini raðfest komandi ár, tá hildið verður áfram við dagføringunum.

 

Kommunuskattaprosentið lækkar aftur í 2015
2. árið á rað lækkar skattaprosentið hjá Vágs kommunu komandi ár.

Eitt samt býráð samtykti á býráðsfundi 24. nov. 2014 at lækka skattaprosentið úr 23,15% niður í 22,95%.

Fyri fyrstu ferð í eini 25 ár, verður kommunuskattaprosentið í Vágs kommunu undir 23%, tá kommunuskattaprosentið 1. januar 2015 verður 22,95%.

Barnafrádrátturin verður framvegis 4.000 kr. Barnaansingargjaldið í Vágs kommunu er tó millum lægstu í landinum, so eisini á tí økinum er raðfest at lætta um fíggjarliga hjá barnafamiljum í kommuni.

 

Høvuðstøl í fíggjarætlanini í 2015
Mett verður, at inntøkurnar komandi fíggjarár verða 37,7 mió. kr., hetta er áleið tað sama sum í 2014, men leggjast skal tó afturat, at skattaprosentið í 2015 verður lægri enn í 2014.

Raksturin av Vágs kommunu verður í 2015 mettur at verða smáar 26,0 mió. kr., hetta er góðar 2 mió. kr. minni enn raksturin varð mettur at verða í fíggjarætlanini fyri 2014.

Íløgurnar verða umleið 4,6 mió. kr. í 2015.

Í 2015 fer Vágs kommuna at rinda 2,3 mió. kr. í avdrátti av lániskuldin og umleið 0,6 mió. í rentum.

 

Enn betur at verða borgari í Vágs kommunu
Gongdin í Vágs kommunu er góð. Seinastu árini eru nýggj tilboð og nýggjar tænastur skipaðar. Fokus er á at skapa enn betri trivnað fyri allar aldursbólkar í kommununi.

Býráðið fegnast um, at fólkatalið er vaksið seinastu tvey árini og inntøkurnar hjá Vágs kommuna somuleiðis.

Vágs kommuna er á røttu kós og nú fíggjarætlanin fyri árið 2015 er samtykt, er greitt, at tað verður enn betur at verða borgari í Vágs kommunu komandi árini.

 

Last modified: 24. november 2014