Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Enn betur at verða barnafamilja í Vágs kommunu

4. december 2015

Vágur-DH

Ovasta mark fyri barnaansingargjaldinum og ókeypis skúla-bussleið

Vágs kommuna hevur seinastu árini raðfest barnafamiljurnar høgt. –Og í 2016 verður enn betur at verða barnafamilja í Vágs kommunu!

 

Ovasta mark fyri mánaðarligt barnaansingargjald
Umframt lægri kommunuskattaprosent, so verða eisini gjørd tillaging í barnaansingargjaldinum, sum frammanundan er millum tey lægstu í landinum. Tillagingin førir við sær, at eitt ovasta mark verður ásett fyri hvussu nógv ein familja kann rinda í barnaansingargjaldi um mánaðin. Eftir 1. januar 2016 kemur ongin barnafamilja at rinda meiri enn 4.000 kr. í barnaansingargjaldi um mánaðin, óansæð nógv børn tey hava í ansing.

 

Ókeypis skúla-bussleið
Frá 1. januar 2016 verður eisini skipað ein skúla-bussleið í Vágs kommunu, soleiðis at skúlabørn í Vágs kommunu ókeypis kunnu koyra við bussi til og úr skúla. Endamálið er bæði at bjóða eina góða tænastu til barnafamiljur í kommununi, men harumframt eisini at virka fyri at trygdin verður í hásæti tá farið verður til og úr skúla.

Átøkini eru ein liður í framhaldandi at gera umstøðurnar hjá barnafamiljum í Vágs kommunu so góðar sum tilber.

Last modified: 4. december 2015