Í juni mánað varð sett upp endurnýtslubyngja á bingjuplássinum inni á Oyrunum. Og staðfestast kann, at endurnýtslan hevur havt sera stóran áhugað.
Heilt nógv fólk hava brúkt endurnýtsluna, sum nú hevur verið í góðar 3 mánaðir. Streymurin av lutum til og úr endurnýtsluni er stórur, og umsjónarfólkini á byngjuplássinum siga, at fólk lata sera væl at endurnýtsluni.
Endurnýtslan er opin somu upplatingartíðir sum bingjuplássi, og skal brúkast í samráð við umsjónarfólkið á staðnum. Lutir, t.d. ting, møblar o.l., sum verða mett at kunna brúkast, verða goymd í bingjuni í 2 vikur. Aftaná 2 vikur verða hesi burturbeind av starvsfólkinum á umhvørvisplássinum.
Last modified: 9. september 2013