Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

ENDURLÝSING: Starvið sum leiðari á Teknisku Deild hjá Vágs kommunu leyst at søkja

23. maj 2016

Vágur høvuðsvegur

ENDURLÝSING: Vágs kommuna søkir eftir leiðara á Teknisku deild at byrja skjótast tilber.

Leiðarin hevur dagligu leiðsluna av Teknisku deild hjá Vágs kommunu og verður skrivari hjá Teknisku nevnd og hjá Havna nevndini.
Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar
  • tilrættalegging og stýring av kommunalum uppgávum
  • býar og byggiplanlegging
  • málsviðgerð, ráðlegging og ráðgeving
  • projektering og eftirlitsarbeiði
  • uppmáting, kortlegging og skráseting
Kommunan ynskir, at tú
  • hevur viðkomandi útbúgving á økinum so sum verkfrøðingur, tekniskur teknari, maskinmeistari e.t.
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góðan telduførleika og dugir at brúka skrivi- og tekniforrit
  • hevur góð samskiftisevnir, bæði muntliga og skrivliga
  • hevur góð samstarvs- og tillagingarevni og dugir væl við viðskiftafólki
Lønar- og setanarviðurskifti
  • Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til borgarstjóran
  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka.
Umsóknir saman við prógvum og upplýsingum um lívsroyndir verða í seinasta lagi tann 7. juni 2016 kl. 12.00 at senda til:
Vágs kommunu
Vágsvegur 30
900 Vágur
Teldupostur: vagur@vagur.fo
 
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dennis Holm, borgarstjóra á tlf. 239304, ella til Tórður Poulsen, formann í Teknisku nevnd á tlf. 212747.
Vágs kommuna

Last modified: 23. maj 2016