Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Eldrasambýlið í Vági 20 ár

18. september 2020

Í hesum døgum eru tað 20 ár síðani at Eldrasambýlið í Vági varð tikið í nýtslu og fyrstu búfólkini fluttu inn á Eldrasambýlið. Tann 13. Sept. 2000 var móttøka og 18. Sept. fluttu Elsa Arason, Mikala Hjelm og Paulina Mohr, sum tey fyrstu, inn á Eldrasambýlið í Vági.

Fyri eldra ættarliðið í bygdini var hetta eitt stórt framstig, tí frammanundan vóru bert búpláss til eldri á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.

Stovnandi fundur fyri Eldrasambýlið í Vági var annars á Hotel Bakkanum 23. apríl 1999, tá Jógvan Krosslá, borgarstjóri, Ingvør Hansen og Ásgerð Stenberg, býráðslimir, Jóannes Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum, og Jonhild Kjærbo og Elin Jacobsen, fyri Matmøðrafelagið møttu til fundar og stovnaðu sjálvognarstovnin Eldrasambýlið í Vági.

Fyrireikingararbeiðið varð gjørt til hendan stovnandi fundin, tí á fundinum vórðu tekningar og útbjóðingartilfar góðkent og arbeiðið varð eftir hetta boðið út. Inn komu fleiri tilboð og í juni 1999 varð gjørt av, at Jóannis við Ósagarð skuldi byggja Eldrasambýlið í Vági – og á jóansøku 1999 varð sáttmáli undirskrivaður um bygging av Eldrasambýlinum.

Farið varð beinanvegin undir at grava út og síðani byggja – og í august árið eftir, varð komið á mál. 13. sept. 2000 varð móttøka á Eldrasambýlinum, har øll vóru vælkomin at síggja nýggja eldrasambýlið. Tann 18. sept. 2000 fluttu fyrstu fólkini inn. Síðani hetta hevur Eldrasambýlið í Vági verið ein týðandi partur av bútilboðnum hjá eldri í nærumhvørvinum og eftir 1. Januar 2015, tá kommunurnar í Suðuroynni fóru at umsita eldraøkið, eisini fyri eldri í allari Suðuroynni.

Korona-støðan ger, at tað ikki verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi á Eldrasambýlinum, men í dag verður tó skipað fyri 20-ára hátíðarhaldi saman við búfólkinum, sum fáa ein betri bita og ikki minst okkurt gott afturvið kaffinum í dag.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá august/september í 2000.

Last modified: 18. september 2020