Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Eldrabústaðir í Suðuroynni sum felags ogn – og Vágs kommuna sera væl fyri

31. oktober 2016

Vagur-Vagseidid

Stýrið í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy hevur á tveimum fundum í farnu viku samtykt, at eldrabústaðirnar í Suðuroy frá 1. Januar 2017 skulu verða felags ogn. Sostatt ein drúgv tilgongd uppá 2½ ár endað. Hendan samtykt er nú løgd fyri kommunustýrini til støðutakan, og samtykti Vágs Býráð í kvøld, at taka undir við hesari niðurstøðu.

Fyri Vágs kommunu hevur hetta stóra fíggjarliga ávirkan. Vágs kommuna eigur 62,25% av ellis- og røktarheiminum Hamragarði og harumframt Eldrasambýlið í Vági. Hesi heim verða nú ogn hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, og merkir hetta eisini, at bæði skuld og ogn hjá Vágs kommunu verður broytt munandi.

Tá ognarskiftið er gjøgnumført verður nettoskuldin hjá Vágs kommunu væl undir 10 mió. kr. Við øðrum orðum merkir hetta, at nettoskuldin hjá Vágs kommunu seinastu fýra árini er broytt frá góðum 45 mió. kr. við ársbyrjan 2013 (tá er skuldin hjá Vágs Ítróttaráð íroknað) til ein nettoskuld, sum er væl undir 10 mió. kr. 1. januar 2017.

Býráðið fegnast stórliga um hetta, tí fíggjarliga stýringin hevur verið ein sera týðandi partur av býráðsarbeiðnum seinastu 4 árini.

 

Geva lættar til borgaran í Vágs kommunu

Broytingin í ognarviðurskiftunum førir eisini við sær, at Vágs kommuna rakstrarliga fær rúm fyri at geva borgarum í Vágs kommunu nakrar lættar.

Tá Vágs Býráð í kvøld samtykti broytingina í ognarviðurskiftunum, varð samstundis boðað frá, at á næsta býráðsfundi fer býráðið at samtykja fleiri lættar fyri borgaran í Vágs kommunu

Skattaprosentið, sum er 22,50% í 2016, verður lækka niður í 21,95% í 2017 (í 2013 var skattaprosentið 23,25%). Barnafrádrátturin verður hækkaður við 500 kr., soleiðis at barnafrádrátturin verður 4.500 kr. Og harumframt verður barnaansingargjaldið lækka við 1.100 kr. um árið fyri hvørt barnið, samstundis sum eitt mesta gjald á 3.500 kr. verður ásett, soleiðis at foreldur við fleiri børnum í ansing fáa ein lætta á umleið 5.500 kr. um árið.

Býráðið er av teirri greiðu fatan, at tað er rætt at geva borgarum í Vágs kommunu nakrar lættar, nú broytingin í ognarviðurskiftunum á eldraøkinum geva rúm fyri tí. Borgarar í Vágs kommunu hava í nógv ár rindað hægri skatt enn í øðrum kommunum, millum annað orsaka av lániskuld í smb. við íløgur á eldraøkinum, tí metir býráðið tað eisini verða rætt at geva borgarum í Vágs kommunu nakrar lættar, nú ognarviðurskiftini verða broytt.

 

 

Last modified: 31. oktober 2016