Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Eitt ár við enn meiri ítrótti og rørslu í Vági er byrjað

22. august 2014

Barna-fimleikur-itrottur

Nú nýtt skúlaár er byrjað og barnagarðarnir rættiliga eru farnir í gongd aftur eftir summarfrítíðina, er eisini eitt nýtt spennandi rørslu ár byrjað í Vágs skúla og í dagstovninum Eikilund.

Meiri ítróttur og rørsla í Vágs Skúla

Í Vágs Skúla er ítróttarbreytin, sum í fjør fevndi um 8. og 9. flokk, í ár víðka til eisini at fevna um 6. og 7. flokk, samstundis sum samstarvið um ítróttarbreyt við Tvøroyrar skúla heldur áfram.

Umframt ítróttarbreyt fyri fimm teir elstu árgangirnar í Vágs Skúli, so verður sum nakað heilt nýtt nú eisini skipað ítróttarløta í 2. flokki hvønn dag. Ítróttarløtan í 2. flokki er skipað av Karinu Magnussen, flokslærarar, og er í 2. tíma hvønn dag.

 

Ítróttarløtan eisini í Eikilund

Eins og í Vágs Skúla er tað eisini í dagstovninum Eikilund sett økt fokus á skipaðari rørslu millum barnagarðsbørn. Barnagarðsbørnini í Eikilund hava eins og skúlabørnini í 2. flokki í Vágs Skúla ítróttarløtu hvønn morgun.

 

Heilsu- og trivnaðarátak í Vági

Ongantíð fyrr hevur skipaður ítróttur og rørsla verið so greitt á dagsskrá ímillum børn og ung í kommunalum stovnum í Vági.

Meiri ítróttur og rørsla í skúlanum og dagstovnum hevur jaliga ávirkan á lívsgleðina hjá børnum og ungum, umframt jaliga ávirkan á innlæringsevnini, á konsentratiónsevnini. Ítróttur og rørsla hevur eisini stóran týdning fyri um børn og ung fáa avbjóðingar við ovurfita.

At vit seta fokus á meiri ítrótt og rørslu í Vágs Skúla og í Eikilund skal síggjast sum eitt miðvíst heilsu- og trivnaðarátak í Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. – Ikki minst so er hetta ein liður í heildarætlanini hjá Vágs kommunu, har vit arbeiða miðvíst við at skapa best gjørligu trivnaðar-umstøður fyri børn og ung í Vági, og at við geva okkara børnum og ungu so góðar upplivingar í barna- og ungdómsárunum sum til ber.

Eftir ársskiftið verður gjørd eftirmeting av skipanunum við ítrótti og rørslu, og ætlanir lagdar fyri árið 2015 og 2016.

 

 

Last modified: 20. oktober 2014