Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ein býarmynd á havnalagnum burtur

15. september 2017

Í fleiri enn hálvthundrað ár vóru Esso-tangarnir á keiini í Vági ein partur av býarmyndini í Vági. Essotangarnir vóru tó tiknir niður í fyri nøkrum árum síðani og nú er tangagarðurin eisini tikin heilt burtur.

Økið har tangagarðurin var, verður nú partur av kei-økinum, sum við hesum verður víðkað við útvið 1.000 fermetrum.

Við tað at Bakkafrost er farið undir at gera kryvjivirkið á virkinum í Vági, so er eisini økt virksemi í væntu á havnaøkinum, sigur Anna B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini. -Og av somu orsøk hava vit raðfest, at fáa víðkað um økið á havnalagnum og taka burtur gamlar bygningar, sum t.d. tangagarðarnir, sigur Anna B. Samuelsen.

 

 

Last modified: 15. september 2017