Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Eimskip á Vág tvær ferðir um vikuna

9. marts 2013

Bruarfoss

Frá 15. mars fara konteynaraskip hjá Eimskip tvær ferðir um vikuna at sigla á Vág.



Vág verður tá partur av rutunetinum hjá Eimskip úr Norðuratlantshavi á Evropeiska meginlandi. Rutan hjá Eimskip byrjar í Íslandi og siglt verður síðani til Føroyar, Stóra Bretland, Týskland og Holland.

Tað eru konteynaraskipini Selfoss og Brúarfoss, sum røkja hesa rutuna hjá Eimskip. Selfoss og Brúarfoss eru 126,6 m. langir og 20,5 m breiðir. Selfoss er bygdur í 1991 og Brúarfoss í 1992.

Fyrsti túrur hjá Brúarfoss á Vág verður mánadagin 18. mars seint á kvøldi.

Tvey reiðarí sigla á Vág
Umframt Eimskip, sum nú fer at sigla á Vág, so hevur reiðaríið Freshlink eisini siglt við farmaskipi á Vág seinastu árini. Freshlink er í rutu millum Føroyar og Skotland.

 

Last modified: 9. marts 2013