Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Eikilund, Sóljan, Frítíðarskúlin og UDB (ungdómshúsið) opið sum vanligt

21. august 2020

Mándagin 24 august eru stovnarnir opnir sum vanligt, tó eru ymisk fyrilit sum skulu haldast.

Eikilund er býtt upp í 4 partar og verða foreldur biðin um at brúka hvør sína inngongd til allar stovurnar.

  • Blákollan egna inngongd, foreldrini avlevera og heinta við úthurðina
  • Akkuleya og Baldursbrá egna inngongd, foreldrini avlevera og heinta við úthurðina
  • Summardáin egna inngongd, foreldrini avlevera og heinta við hurðina til stovuna
  • Børkubóndin egna inngongd, foreldrini avlevera og heinta við hurðina til stovuna
  • Foreldur sleppa ikki at ganga ímillum stovurnar inni í Eikilund, men verða biðin um at brúka hvør sína inngongd.

Í Eikilund:

  • Foreldrini avlevera og heinta børnini við úthurðina, starvsfólk eru í ganginum og takað væl ímóti og hjálpa barninum við matpakkanum, klæðum og at vaska hendur, vit spritta bert um tað er neyðugt.
  • Bert eitt foreldur hjá barnið sum hevur innkoyring við barnið sleppur inn við á stovuna.
  • Vit halda øll tilmælir og reinføri so gott sum vit kunna.

Í forskúlanum Sóljuni:

  • Sóljan inngongd saman við 1. 2. og 3.flokki.
  • Børnini skulu avleverast og heintast við inngongdina, starvsfólk eru í ganginum og takað væl ímóti og hjálpa barninum við matpakkanum, klæðum og at vaska hendur, vit spritta bert um tað er neyðugt.

Ì frítíðarskúlanum:

  • Vit heinta børnini í skúlanum og ganga vestur í Frítíðarskúlan, vit halda tilmælir og reinføri so gott sum gjørligt.
  • Tá foreldur heinta børnini, mugu tey bíða í ganginum, so koma vit við børnunum.

Í UDB ( Ungdómsbankjon)

  • Vit hava opið sum vanligt, tó mugu børnini og tey ungu halda øll fyrilit og reinføri sum vit krevja í UDB.

Lat okkum øll standa saman og virða tey fyrilit og tilmælir sum eru neyðug at halda.

 

Vegna stovnarnar í Vágs Kommunu

Anna Maria E. Jacobsen, leiðari

Tlf 239343

 

 

Last modified: 21. august 2020