Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Earth Hour: Vágur sløkkir ljósini

18. marts 2021

Leygardagin 27. mars klokkan 20.30 sløkkja okur ljósini í ein tíma fyri at varpa ljós á á verðurlagsbroytingarnar og umhvørvi.

Earth hour er eitt afturvendandi átak, sum fellur seinasta leygardag í mars. Earth Hour heittur á øll um, at sløkkja ljósini klokkan 20.30 og ein tíma fram. Endamálið við átakinum er, at fáa folk kring heimin at hugsa um verðurlagsdbroytingarnar og harvið umhvørvi. Í ár fellur Earth Hour so 27. mars, og Vágs kommuna er við í átakinum. Leygardagin 27. mars millum klokkan 20.30 og 21.30 sløkkir kommunan øll gøtuljós. Vágs kommuna heitur eisini á allar borgarar um at sløkkja ljósini hendan tíman. Harvið kunna okur vera saman um Earth Hour.

Hendan tíma hava okur øll eisini tann sjálvsama møguleika, at uppliva Vág í myrkri, uttan órógvan frá kunstigum ljósi – ljósi frá ljósperum.

Lesið meira um átakið á www.earthhour.org.

Last modified: 18. marts 2021