Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Dýpa framvið havnarlagnum

23. april 2020

Sandfrakt er í hesum døgnum á Vágsfjørði og heldur áfram við at dýpa, eitt arbeiðið sum byrjaði í fjør, men sum ikki varð gjørt liðugt.

Sandfrakt skal dýpa framvið Bakkafrost-kaiini, djúphavnini og framvið Smyrla-kaiini, og dýpt verður eisini útfrá bedingini hjá Vágs Skipasmiðju og longri inni á fjørðinum.

Arbeiðið fer væntandi at taka umleið 2 vikur.

 

Last modified: 23. april 2020