Í morgun varð farið undir at dýpa á Vágsfirði, inni við havnarlagið og útfyri bedingina hjá Vágs Skipasmiðju.
Arbeitt hevur verið við ætlanini um at dýpa á fjørðinum seinastu mánaðirnar og eru tað fleiri loyvir, sum skulu fáast uppá pláss frá landsmyndugleikum, áðrenn farast kann undir dýping. -Og nú bar so til at fáa gongd á arbeiði at dýpa, sigur Anna B. Samuelsen, forkvinna í Vinnu- og havnanevndini hjá Vágs kommunu.
Dýpingin av fjørðinum er millum raðfestu økini á fíggjarætlanini fyri 2019 og er avtala gjørd við Sandgrevstur um arbeiðið, sum væntandi fer at taka umleið 3 vikur. Tað er skipið Sandfrakt, sum ger arbeiði.
Last modified: 31. oktober 2019