Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Drekkivatnsskipanin framtíðartryggja

28. december 2020

Seinastu 6-7 árini hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa drekkivatnsskipanina hjá Vágs kommunu í góða og trygga legu. Árini frammanundan høvdu verið merkt av, at kommunala drekkivatnið ávísar tíðir av árinum var av ivasamari góðsku, samstundis sum at ein munandi partur av húsarhaldunum í Vági ikki fingið reinsað vatn.

Ein týðandi partur av hesum arbeiði hevur fevnt um at flyta rávatnsgrundarlagið fyri drekkivatnsskipanini í Vágs kommunu niðan á Miðvatn, sum er á 350 m. hædd. Annar táttur hevur fevnt um at yvirtaka Brekkugerðar Vatnfelag og seta upp nýtt reinsiverk við Hvanndalsá, soleiðis at brúkarar í økinum hjá Brekkugerðar Vatnfelag eisini fingu reinsað vatn – hetta varð gjørt í januar í ár. Harumframt eru fleiri av gomlu vatnleiðingunum eisini skift seinastu árini.

Miðvísa arbeiðið hevur eisini ført við sær, at øll húsarhald í kommununi nú fáa reinsað vatn frá trimum reinsiverkum – vestara reinsiverk (við Gjógvará), reinsiverkið við Hvanndalsá og eystara reinsiverk (úti í Toftalíð).

Reinsiverkið við Hvanndalsá er nýtt (frá 2020) og hevur í ár eisini verið arbeitt við dagføringum á vestara reinsiverki og eystara reinsiverki.

Í samband við umraðfestingar av fíggjarætlanini fyri árið 2020 varð fyrr í desember gjørt av at keypa nýggj UV-anlegg og nýggjar stýringar til vestara reinsiverk og til eystara reinsiverk. UV-anleggini og stýringarnar eru nú bíløgd og komið til landið og verða settar upp eftir ársskiftið.

Tá nýggj UV-anleggini og stýringarnar eru settar upp, er drekkivatnsskipanin í Vágs kommunu framtíðartryggja og er tað ein formalitetur at fáa alla drekkivatnsskipanin í Vágs kommunu góðkenda av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur Heri Silvurdal, vatnmeistari hjá Vágs kommunu.

Last modified: 28. december 2020