Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Drekkivatnið reint

22. december 2017

Seinastu vatnroyndirnar vísa, at ongar bakteriur eru drekkivatninum og tískil er ikki neyðugt at kóka drekkivatnið.

Herfyri varð lýst, at brúkarar á Nesi og í Fjallinum skuldu kóka drekkivatnið, tí bakteriur vóru staðfestar í vatnroyndunum, sum vóru sendar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Nú nýggjar royndir eru tiknar er staðfest, at drekkivatnið er reint, og verður kóki-tilmælið tí hervið tikið aftur.

 

Last modified: 22. december 2017