Seinastu royndirnar á vestara og eystara reinsiverki staðfesta, at drekkivatnið í Vágs kommunu er reint aftur.
Vatnroyndirnar á vestara reinsiverki í september, sum veitir drekkivatn til húsarhald í Vági, vístu, at bakteriur vóru í vatninum. Men staðfesta seinastu royndirnar, at drekkivatnið nú er reint.
Í samband við dagføringar á eystara reinsiverki (har húsarhald á Nesi fáa drekkivatn) varð eisini í september sent út tilmælið um at kóka drekkivatnið. Komið er at kalla á mál við dagføringunum og seinastu royndirnar staðfesta, at drekkivatnið frá eystara reinsiverkið er reint.
Sostatt verða kóki-tilmælini tikin aftur.
Last modified: 16. oktober 2018