Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Døgurða fyri eldri borgarar í Vágs kommunu

4. april 2016

Hamragardur

Eldri borgarar í Vágs kommunu, tey í aldrinum 65 ár +, verða nú sum liður í Eldraátøkunum í Vágs kommunu, bjóðaði til felags døgurða á Hamragarði í Vági týsdagin 12. apríl 2016.

Tilboðið um at eta saman við øðrum á Hamragarði, hevur til endamáls at bøta um trivnaðin og geva okkara eldru møguleika at eta saman við øðrum, samstundis sum tey fáa eitt gott og hugnaligt prát.

Umframt at borgarar úti úr býnum kunnu koma á Hamragarð til døgurða 12. apríl, so fara búfólkini á Hamragarði eisini at eta saman við teimum eldri í Vágs kommunu.

Á matarskránni er oksasteik við fløtaeplum, omaná verður kaffi/te og okkurt gott afturvið.

Tey, sum ynskja at luttaka í felags døgurðanum á Hamragarði týsdagin 12. apríl kl. 12 verða biðin um at boða frá í Miðlatúni á tlf. 239390 í seinasta lagi fríggjadagin 8. apríl kl. 12.00

Døgurðin v/kaffi og te kostar 30 kr.

Tey, sum ynskja bil vestur á Hamragarð, verða somuleiðis biðin um at siga frá í Miðlatúni á tlf. 239390. Bilur má bíleggjast í seinasta lagi mánadagin 11. apríl kl. 14.

Um eldraátøkini í Vágs kommunu
Vágs kommuna setti á heysti 2014 á skrá “Eldraátøk í Vágs kommunu”. Eldraátøkini í Vágs kommunu hava til endamáls at virka fyri, at eldri borgarar í Vágs kommunu føla seg enn betur í kommununi, og hava kenslu av, at Vágs kommuna tekur sær væl av sínum eldri.

Last modified: 4. april 2016