Góðu svimjarar, venjarar, Svimjisamband Føroya,fyrireikarar, dómarar, hjálparfólk,og áskoðarar
Hetta er ein stórur dagur og ikki minst søguligur dagur fyri føroyska svimjing, nú fyrstu finalurnar í FM á langgeil verða skotnar ígongd um eina løtu.
Hetta er ein dagur, sum svimjarar og svimjiáhugaði hava bíðað eftir í nógv ár.
Í nógv ár hevur verið tosað um, at føroysk svimjing hevur verið avmarkað av, at ongin 50 m. hylur er í Føroyum, og okur tískil ikki hava kunnað vant á langgeil ella havt kappingar á langgeil – og av somu orsøk ikki hava kunnað ment okkum eins nógv og svimjarar og svimjing í grannalondum okkara.
Við Páls Høll og fyrsta 50 m. hyli her á landi eru karmarnir nú í topp, og umstøðurnar til at standa okkum í kappingini við aðrar svimjitjóðir eru framúr góðar.
Tað er eisini við stóltleika, at okur í Suðuroynni skipa fyri fyrsta veruliga FM í svimjing – tí sum formaðurin í Svimjisambandinum plagar at siga, hitt FM, sum hevur verið ár um ár, er í veruleikanum FM í svimjing á stuttgeil.
Nú kunnu okur so endiliga hava eitt ordiligt FM.
Okur eru mong, sum hava glett okkum til hesar FM-dagarnar í Páls Høll. Og farið eg at ynskja tykkum svimjarum bestu eydnu í stríðnum um at skriva tykkum inn í føroysku ítróttarsøguna, nú nýggj met á langgeil skulu setast, og tykur á fyrsta sinni skulu kappast um gull, silvur og bronsu til eitt FM á langgeil í Føroyum.
Góða eydnu og gott FM.
Takk fyri.
Dennis Holm, borgarstjóri
Last modified: 14. marts 2016