Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Dansibandsfestivalur í Vági 12. juli 2014

23. april 2014

Vagsfjordur

Leygardagin 12. juli 2014 verður Dansibandsfestivalur í Vági.

Dansibandsfestivalurin verður eitt fólksligt tiltak við hugna og dansi. Dansibandsfestivalurin verður eitt afturvendandi tiltak, sum verður hvørt ár á hásumri.
Í ár verður Dansibandsfestivalurin leygardagin 12. juli. Í 2015 verður Dansibandsfestivalurin vikuskifti 10. og 11. juli.

 

Um tiltakið
Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs leygardagin 12. juli 2014. Á breddanum er m.a. góður dansibands-tónleikur kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.

 

Á skránni
Skráin er spennandi og fevnir um dans við góðum føroyskum dansibands orkestri leygarkvøld, umframt eina ørgrynna av øðrum tiltøkum leygardag.

Vágur slær hurðarnar upp og bjóðar fólki vælkomnum. Matstovurnar bjóða góðan mat. Handlar taka væl ímóti við óvanliga góðum summartilboðum.

Er hugurin til náttúruna, so bjóðar Kunningarstovan upplivingar til gongu í bý, haga og fjøru. Skal meiri ferð á, so far við ein rennitúr kring fjørðin. Ert tú meira til sjógvin, so far ein túr við ár í hond í grindabáti á fjørðinum ella fiskitúr við sluppini Johannu TG 326, ella við skjóttgangandi báti á fjørðinum.

Umframt góðan dans, so verður eisini dansi-undirvísing og dansi-framsýning.

Maturin verður forkunnugur, hugnin verður í hásæti, og gestablídni í Vági er heimskent.

Leygardagin 12. juli 2014 er Dansibandsfestivalur í Vági.

 

Kamping og summarhús
Í Vági verður tikið væl ímóti. Takið kamping-vognin við og njóti nýggja kampingøkið á Eiðinum í Vági. Ella leiga teg inn í summarhús og –íbúðir, umframt at tikið verður væl ímóti teimum, sum koma í báti ella við telti. Eisini verður skipað fyri innivisti av størri bólkum, um ynski er um tað.

Skráin
Skráin fyri Dansibandsfestivalin verður kunngjørd fyrst í mai mánað.

 

Last modified: 20. oktober 2014