Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Danjal Martin Hofgaard heimsmeistari

2. marts 2015

Danjal Martin Hofgaard HM 2015

Sunnudagin 1. mars 2015 gjørdi Danjal Martin Hofgaard úr Vági eitt megnar bragd, tá hann gjørdist heimsmeistari í inniróðri í opna bólkinum í lætt vekt hjá monnum.

Danjal Martin vann við tíðini 6.16.07, sum eisini er hansara persónliga met, tvey sekund skjótari enn gamla metið hjá honum.

Vágs Kommuna ynskir Danjal Martini hjartaliga tillukku við tí heilt fantastiska úrslitinum.

 

Last modified: 2. marts 2015