Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Dagstovnurin Eikilund í Vági víðkar upplatingartíðirnar

26. august 2013

2013-05-30 Barnagarðurin í Vági

Frá í dag, mánadegnum 26. august, verða upplatingartíðirnar í Eikilund, nýggja dagstovninum í Vági, víðkar, soleiðis at dagstovnurin nú letur upp kl. 7.00 um morgunin.

Broytingin verður gjørd fyri at veita eina so góða tænastu sum tilber til foreldur, sum byrja at arbeiða tíðliga. Fleiri arbeiðspláss í Suðuroynni, bæði í Vági og uttanfyri Vág, byrja tíðliga á morgni, og tí hava fleiri foreldur eisini tørv á, at fáa børnini ansaði frá morgunstundini – og hetta hevur Vágs kommuna nú tikið til eftirtektar, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Mentanarnevndini.

Við broytingini kunnu foreldur sostatt koma við børnum í dagstovnin frá kl. 7.00 á morgni. Dagstovnurin letur tó sum vant aftur kl. 17.00. Hóast broytingina, kunnu børnini tó ikki verða longri í dagstovni, men tíðin verður bara forskotin.

Last modified: 26. august 2013