Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Dagstovnar stongja vegna verkfall og verkbann

13. december 2017

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi á fundi mánadagin 11. desember 2017 av at lýsa verkbann fyri allar námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru limir í Føroya Pedagogfelag – og sum starvast á kommunalu dagstovnunum (sum eru: vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar og ungdómshús), og í dagrøktarskipanum kring landið.

Verkbannið fyri pedagogar og hjálparfólk á dagstovnum og í dagrøktum kring landið verður lýst at koma í gildi tórsdagin 14. desember 2017 kl. 07.00.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur í dag saman við limakommununum viðgjørt støðuna á dagstovnaøkinum í sambandi við, at Føroya Pedagogfelag leygardagin tann 9. desember 2017 gjørdi av, at lýsa verkfall fyri allar leiðarar og varaleiðarar á dagstovnum og dagrøktum í kommununum.

Niðurstøðan á fundinum var, at kommunurnar ynsktu at taka samráðingarnar uppaftur. Hetta ynskir Pedagogfelagið tíanverri ikki.

Í øðrum lagi varð staðfest, at kommunurnar ikki við vissu kenna tær ítøkiligu avleiðingarnar av, at leiðslurnar fara í verkfall. Av somu orsøk kunna kommunurnar ikki forsvara, at dagstovnarnir í longru tíð verða riknir uttan nakra leiðslu.

Kommunurnar harmast íkomnu støðuna, og verkbannið verður fyrst og fremst lýst fyri at fáa arbeiðssteðgin so stuttan sum møguligt og fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið skjótast gjørligt.

 

Dagstovnar í Vágs kommunu stongja

Fyri dagstovnar í Vágs kommunu merkir hetta, at dagstovnurin Eikilund, íroknað elsta árgang í Sóljuni, sum heldur til í Vágs Skúla, frítíðarskúlin og ungdómshúsið stongja meðan verkfall og verkbann er lýst, frá tórsdegnum 14. desember 2017.

Heitt verður á foreldur um at taka klæðir vm. heim við, nú dagstovnatilboðini stongja.

 

Last modified: 13. december 2017