Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Dagrøktari til Dagrøktarskipanina í Vágs Kommunu

26. november 2015

Børn

Dagrøktarskipanin í Vágs Kommunu søkir eftir dagrøktara at byrja 1. januar 2016 í tíðaravmarkað starv fram til 15. juli 2016.

Vit vænta at tú:

  • Hevur hegni og áhuga at ansa børnum
  • Ert álítandi og hevur góð evnir til samstarv
  • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert tolin og vísir umsorgan fyri børnunum
  • Neyðugt er við góðum umstøðum at ansa børnum, soleiðis at børnini eru í tryggum karmum, bæði inni og uttandura.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7.30 til kl. 17.15 og lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Irdi Bjarkhamar, dagrøktarleiðara, á tlf. 239341.

 

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 7. desember 2015.

 

Umsóknir skulu sendast til:

Vágs kommunu

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

Ella vagur@vagur.fo

Viðm. Dagrøktari

Last modified: 26. november 2015