Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Dagrøktari til Dagrøktarskipanina í Vágs Kommunu

2. juni 2016

BørnDagrøktarskipanin í Vágs Kommunu søkir eftir dagrøktara at byrja 15. august 2016 í tíðaravmarkað starv fram til 01. januar 2017.

Vit vænta at tú:

 

  • Hevur hegni og áhuga at ansa børnum
  • Ert álítandi og hevur góð evnir til samstarv
  • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert tolin og vísir umsorgan fyri børnunum
  • Neyðugt er við góðum umstøðum at ansa børnum, soleiðis at børnini eru í tryggum karmum, bæði inni og uttandura.

 

Arbeiðstíðin er frá kl. 7.30 til kl. 17.15 og lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Irdi Bjarkhamar, dagrøktarleiðara, á tlf. 239341.

 

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 17. juni 2016.

 

Umsóknir skulu sendast til:

Vágs kommunu

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

Ella vagur@vagur.fo

 

Viðm. Dagrøktari

Last modified: 3. juni 2016